Jens-Frederik: - Vit lata okkum ikki trýsta

- Nýggjastu útsagnirnar úr USA, harímillum hóttanir um toll, broyta ikki okkara linju, sigur grønlendski landsstýrisformaðurin

Hetta skrivar grønlendski landsstýrisformaðurin, Jens-Frederik Nielsen, á Facebook.

Hann vísir á, at Grønland fer ikki at broyta støðu hóast nýggju hóttanirnar hjá amerikanska forsetanum um vikuskiftið.

 

Donald Trump hevur nevniliga hótt við revsitolli móti Danmark og einari røðu av evropeiskum londum, um semja ikki fæst um, at USA kann yvirtaka Grønland.

 

- Vit vilja ikki lata okkum trýsta. Vit standa saman um samskifti, virðing og altjóða rætt, sigur Jens-Frederik Nielsen.

 

Grønlendski landsstýrisformaðurin veitir eisini sín fulla stuðul til Vivian Motzfeldt, landsstýriskvinnu í uttanríkismálum, sum saman við danska verjumálaráðharranum, Troels Lund Poulsen, fer á fund við aðalskrivaran í Nato, Mark Rutte, í Brússel í dag.

 

- Vivian hevur mín fulla stuðul, og eg eri vísur í, at hon greitt og við virðing fer at bera fram okkara støðu á fundinum, skrivar Jens-Frederik Nielsen á Facebook.

 

Tað er grønlendski miðilin - Sermitsiaq - sum endurgevur grønlendska landsstýrisformannin í dag.