MBM er eitt lutafelag, sum varð sett á stovn fyri 25 árum síðani undir navninum Mjólkarvirkið Búnaðarmanna, men navnið varð skjótt broytt til Meginfelag Búnaðarmanna, stytt MBM.
Eirikur Thorvaldsson, stjóri á MBM, sigur, at felagið hevur seinastu árini bara ment seg.
? Vit byrjaði fyri 25 árum síðani, og føðingardagurin í dag er ein markering av stovningardegnum. Fyrsta árið varð brúkt til felagsligar fyrireikingar. Eg kom til í 1978, og tað árið var mest brúkt til praktiskar upplýsingar. Sjálvt mjólkarvirkið fór ikki í gongd fyrr enn í apríl 1980, tí øll byggingin fór fram í 1979, greiðir Eirikur Thorvaldsson frá.
Skjótt vísti tað seg, at serliga bóndir vantaðu útgerð, bæði maskinur og fóður, og var tað tá MBM fór undir fóðurdeildina.
Mjólkarvirkið
Sosialurin var fyrrapartin hósdagin ein túr uppi á meiarínum ? Mjólkarvirkinum. Alt virksemið lá henda morgunin stilt, av tí at vaskað varð til stóru móttøkuna sum verður í dag. Har uppi hittu vit virkisleiðaran, Øyvind Hentze.
? Vit hava lagt stilt í dag til gestirnir koma til móttøku í morgin, so her er høvuðsreingerðing á skránni, sigur Øyvind Hentze, meðan hann stendur við eini slangu og sproytar skúm við lúti, klori og øllum møguligum øðrum upp eftir gólv og veggum.
? Alt verður lagt stilt í dag, og so fara vit í gongd aftur í nátt at framleiða. Tað ber ikki so væl til at gera reint og framleiða í senn.
Leiðin gekk so inn í kuldarúmið. Her sóu vit eitt hav av mjólkapakkum. Hetta var mjólkin, sum er send út til teir ymsu handlarnar í morgun.
? Fríggjadag senda vit mest mjólk út. Tá er talan um millum 40.000 og 50.000 litrar av mjólk. Hinar dagarnar er tað ymiskt, tí mánadag, mikudag og fríggjadag senda vit mjólk út til allar bygdirnar, greiðir Øyvind Hentze frá, sum sigur, at Havnin fær mjólk allar dagar um vikuna.
Man kann næstan kalla tað »vektvogtara-tíð« í Føroyum, men hetta sært tú ikki aftur uppi á Mjólkarvirkinum. 18.000 pakkar av róma verða seldir um vikuna, og eisini súrróma verður selt nógv av.
? Súrrómin er vaksin nógv seinastu árini. Nú selja vit eini 8000 bikar av súrróma um vikuna, sigur Øyvind Hentze.
Lættimjólkin sum kom á marknaðin fyri ikki so heilt langari tíð síðani, hevur eisini ment seg. 20.000 litrar av lættimjólk verða seldir um vikuna. Men Øyvind Hentze sigur, at tað er rættiliga ymiskt, hvussu nógv selt verður. Tað merkist væl aftur á søluni nær fólk fáa løn og nær mánaðarlønin kanska er við at vera uppi.
? Í jólavikuni verða um 100.000 pakkar av róma seldir. Hetta eru meira enn tveir pakkar til hvønn føroying, og tað er rættiliga nógv.
AB-mjólkin, sum kom á marknaðin fyri nøkrum árum síðani, hevur nú lagt seg í eina legu. Øyvind Hentze sigur, at í byrjanini var eitt stórt upplop við søluni av AB-mjólk, men nú hevur henda sølan stabiliserað seg, og lagt seg í eina meira ella minni fasta legu.
? Annars høvdu vit ætlanir um at verða ISO 9000 certifiseraðir til føðingardagin, men tað hevur tíverri ikki eydnast okkum, sigur virkisleiðarin.
? Men einaferð í næsta mánað verða vit skoðaðir, og vit vænta, at tað verður í hesum árinum.
ISO 9000 er eitt slag av góðskustýring. Arbeitt verður alla tíðina við at betra um góðskuna av vøruni, og kann ein eisini siga, at tað er ein trygd hjá keyparunum at vita, at virkið er ISO 9000 certifiserað.
Annars verður føðingardagurin hjá MBM hildin við móttøku í dag frá 15 ? 18 uppi á Mjólkarvirkinum. Leygardagin verður veitsla fyri fyri bóndunum og starvsfólki umframt nøkrum innbodnum gestum.
Sosialurin ynskir MBM hjartaliga tillukku við føðingardegnum.