Fótbóltur
Eftir at tað ordiliga hevði kiksað í kappróðrinum hjá heimabátunum, var tað kærkomið hjá NSÍ viðhaldsfólkunum, at fótbóltsliðið hjá teimum leygarkvøldið megnaði at vinna 2-0 móti Skála. Hetta er sætti heimasigurin á rað, og góða gongdin ber við sær, at NSÍ rættiliga er farið at blanda seg í stríðið um ovastu plássini.
Talan var um tætta og intensa uppgerð, sum gjørdist meiri ferðmikil eftir steðgin. Sendingarnar vóru ikki altíð so neyvar, og í stríðnum um týdningarmiklu næstu bóltarnar gekk tað javnt á. Í sovornum uppgerðum er tað fram úr týdningarmikið at eiga einstaklingin, sum sjálvur er førur fyri at avgera. Hann eigur NSÍ.
Christian Høgni Jacobsen er toppskjútti, og hann er í flokki fyri seg sjálvan. Hann er skjótur, hann hevur góðan bóltførleika, hann fatar spælið sera væl, og harafturat hevur tað avgerandi týdning fyri NSÍ, at liðformaðurin hevur framúr hugburð og einki hevur ímóti at stríðast og renna sólina svarta fyri liðfelagarnar.
Málini
Uppløgdu málmøguleikarnir kundu teljast á einari hond. Í 1. hálvleiki var Christian Høgni Jacobsen tvær ferðir tætt við, men skot og stútari fóru tætt framvið málinum. Næst við hjá Skála var miðvallar stríðsmaðurin Bárður Danielsen, tá ið hann við høvdinum og eftir deyðbóltsstøðu sendi bóltin móti málhorninum, har Jens Martin Knudsen var sum ein køttur og kveistraði bóltin út um málrammuna.
Christian Høgni Jacobsen legði NSÍ framum tíðliga í 2. hálvleiki. Langskotsroynd varð blokerað til horna í vinstru. Í tílíkari støðu at geva vandamiklasta álopsspælaran av øllum í landinum loyvi at standa púra blankur mitt fyri og stutt úr málinum eigur at verða sektað, og tað varð tað eisini.
Christian Høgni leyp upp, smekkaði pannuna undir bóltin, og so var NSÍ á odda.
Málið bar við sær, at nú var tað NSÍ, sum setti dagsskránna. Skála noyddist at umskipa fyri at fáa meiri tyngd og brodd í framrættaða partin, men tað var sera trupult hjá teimum at spæla seg til málmøguleikar.
Pætur Dam Jacobsen og Bjarni Jørgensen vóru ikki við, tí teir vóru skaddir. Tað var stórur missur. Skála megnaði ikki at bróta ígjøgnum og frá baklinjuni at leggja inn fyri málið, og tá ið NSÍ miðverjan, sum var arbeiðssom og fyri tað mesta trygg, lá aftarlaga, var tað ómøguligt hjá skjótu framrættaðu spælarunum hjá Skála at renna seg leysar.
Skála spenti bogan alt meiri, miðverjarnir vóru ofta frammarlaga, og sum tíðin leið, lá tað í luftini, at eitt mál fór at koma afturat, og at tað mest sannlíkt fór at vera heimaliðið, sum fekk tað.
Vanliga leiktíðin var um at vera farin, tá ið Christian Høgni Jacobsen avgjørdi. Hann var mest sum einsamallur á Skála hálvuni saman við Paula G. Hansen. Landsliðsspælarin hevur stórt sjálvsálit. Hann bjóðaði av ein móti einum, sneiddi framvið mótstøðumanninum, og tá ið hann kom fram ímóti málverjanum var hann púra kaldur. Í staðin fyri at smekka til, lyfti hann í besta Preben Elkjær stíli upp um málverjan og í meskarnar.
Fyri triðju ferð eydnaðist tað NSÍ at halda tætt á heimavølli. Tað eigur at leggja lunnar undir uppaftur størri sjálvsálit hjá NSÍ spælarunum, sum longu tykjast eiga nógv av tí slagnum. Sunnudagin skal NSÍ til Gøtu. Tá verður talan um rættiligan toppdyst. Um tað fer at eydnast NSÍ at fáa fulla úrtøku, so verður fjarstøðan til toppin lítil og eingin.
Skála er framvegis ikki í sama fatningi, sum teir í fjør vóru í. Tað eru bara trý stig niður til keðiligu strikuna, og hóast liðið ikki spælir sum niðurflytara evni, so sigur tað seg sjálvt, at støðan á stigatalvuni leggur trýst á og kennist tyngjandi.
Sunnudagin verður avbjóðingin hjá skálamonnum aftur so stór, sum tað er møguleiki fyri, at hann kann vera. Oddaliðið EB/Streymur fer at vitja á Skála næsta sunnudag.











