Tvey frystilínuskip fiska í íslendskum sjógvi

- Streymurin verður brúkiigur, men veðrið verður heldur ivasamt. Tí vænta vit ikki so nógvan útróður í næstu viku

Í løtuni fiska átta frystilínuskip í føroyskum sjógvi. Skipini fáa mest av toski og so nakað av hýsu, brosmu og longu.

 

- Tvey frystilínuskip eru í íslendskum sjógvi, og eitt frystilínuskip liggur við byggju, siga tey á Fiskamarknaði Føroya.

 

Ísfiskalínuskipið liggur við bryggju, men fer væntandi útaftur í næstum.

 

Um útlitini til útróður, verður sagt, at streymurin verður brúkiigur, men veðrið verður heldur ivasamt.

 

- Tí vænta vit ikki so nógvan útróður í næstu viku, men útróðrarbátar hava góðan fiskiskap, verður lagt aftrat.