VIDEO: Snús hevur ringa ávirkan á avrik og orku

(Video) Síggj og hoyr samrøðu við Signar Hilmarsson, verkætlanarleiðari hjá ÍSF

Mynd: www.FSF.fo

FSF skrivar: 

 

- Leygardagin var Signar Hilmarsson, verkætlanarleiðari hjá ÍSF á vitjan hjá FSF, har hann greiddi frá, hvørja neiliga ávirkan snús hevur á avrikið hjá fótbóltsspælarum og ítróttarfólkum

 

——————

 

Tíverri hoyrist javnan, at snús betrar um avrikið hjá ítróttarfólkum. Men soleiðis er ikki – als ikki – og talan er heilt greitt um eina íspunna søgu. Prógv eru nevniliga fyri, at snús er vandamikið og heilsuskaðiliigt.

 

Leygardagin var Signar Hilmarsson, verkætlanarleiðari hjá ÍSF á vitjan hjá FSF, har hann greiddi øllum landsliðsvenjarunum, ið eru knýttir at Fótbóltssambandi Føroya, frá, hvørja neiligu ávirkan snús hevur á avrikið hjá fótbóltsspælarum.

 

Aftaná framløguna fekk FSF Varpið orðið á Signar Hilmarsson. Í samrøðuni greiðir Signar frá, hvørji neilig árin snús hevur á fótbóltsspælarar og ítróttarfólk sum heild. Millum annað hevur snús stórá ávirkan á heilan, nikotinið í snúsi tekur nógva orku úr kroppinum, og snús ger seg eisini inn á evnini at hugsavna seg og reaktiónstíðina hjá íðkarum. Skrivar FSF.

 

HER ber til at síggja og hoyra samrøðuna hjá FSF-varpinum við Signar Hilmarsson:

 

##med2##

 

Mynd: www.FSF.fo