kann fiska tunfisk í føroyskum sjógvi fyri góðar 20 mill. kr. eftir einum góðan mánað er heilt óhoyrt. Í hvussu er er tað fullkomiliga fremmant fyri okkum og helst eisini mongum øðrum føroyingum, at nakað [...] eygleiðarunum, sum er við japonsku skipunum, so hava útlendsk skip fiskað her í áravís og hevur tað ikki givið eina krónu til føroyska samfelagið. TAÐ sýnist fyri okkum sum um at tørvur er á betri samskipan [...] fiskaslag er á okkara øki í fleiri mánaðir um árið, uttan at vit sjálvi rætta hond frá síðu at fáa tað til høldar! Vit duga ikki, vit hava ikki havt nóg nógva vitan osfr. Hetta eru svarini. Tað er rætt, at
Tað er meira umráðandi, at vit fáa eitt orðaskifti um samferðsluna og tær mest átroðkandi ábøturnar har. Tróndur er ikki longur tíðarhóskandi far til Sandoyarleiðina. Tað er eingin orsøk til her at leggja [...] kotið longu er farið í løgtingið. Tekniskt tí at her er ikki bert talan um fyrilit fyri skipinum, men tað skal eisini takast hædd fyri teimum torføru havnaviðurskiftunum í Skopun. Hetta er eitt trupult [...] røkjast alla tíðina. Hetta merkir, at tað er neyðugt javnan at gera íløgur. Verður hetta ikki gjørt javnan, so fáa vit fløskuhálsar. Tað er júst tað, sum hent er á samferðsluøkinum. Tá ið so fløskuhálsarnir
eyðkenni kunnu eisini brúkast um politikarar. Aktuella sjúkrahúsmálið er dømi um, at politikari dugir at lurta og harvið eisini skyna á, hvat er skilabest at gera í einum ávísum máli. FIMMARIN í útvarpinum mikudagin [...] n í Tinganesi. Onkur vil kanska siga, at hetta er jánkasligt av landsstýrismanninum, at hann ikki kann standa við tað, sum hann hevur hildið seg til. Her eru vit ósamd og skal landsstýrismaðurin eiga rós [...] spyrja, hví landsstýrismaðurin ikki er komin til hesa niðurstøðu fyrr - hví hevur hann havt so lítla føling við tí, sum bylgist á hesum stóra arbeiðsplássinum! Og her koma vit ikki uttan um tey embætisfólk
avgerðum. Vit skilja væl, um landsstýrismaðurin innast inni er illa við av sínum egnu mistøkum í múrarmálinum. Mistøk er milt sagt, tí sjáldan er eitt mál handfarið so óprofessionelt sum hetta. Men lat fara [...] sakkønu viðgerð, ið hoyrir til eitthvørt mál, har talan er um at bjarga fornminni undan týning. At fara at kanna, um Kirkjubømúrurin er eitt fornminni er, sum longu sagt av øðrum, ein absurditet. Tað svarar [...] flot, má eg kanna, um mánin er til!« Men hetta hevði tann skilamaðurin Sámal Petur ikki droymt um, tí hann veit at mánin er til. Og hann veit eisini, at Kirkjubømúrurin er eitt fornminni, uttan mun til
tvey hvít skip. Søgan aftan fyri hesi skip er bæði spennandi og áhugaverd og eiga vit øll at geva henni gætur - tí hon er ein ljósglotti í myrkurinum. Talan er um tvey japonsk tunfiskaskip, sum nú í eina [...] úr fjarskotnum londum til Føroya og siga okkum, at her er fiskur, ið vit annars sjálvir kundu havt fiskað! Tað nyttar ikki bara klaga um tað, sum er farið. Latið okkum hyggja frameftir, bretta upp um armar [...] Kanska tunfiskaveiða er nakað, sum nakrir av okkum skulu til at hugsa um. Tað syndarliga er bert, at tann so stolti frystulínibátafloti, ið vit bygdu í Noregi fyri nøkrum árum síðani, er allur gloppin okkum
byggja eina havn. ER tað ikki løgmaður, sum hevur tvíhildið um, at vit hava fingið heimastýrið aftur? ÁLVARATOS, er tað nakað, vit hava brúk fyri, so er tað vinnuligt virksemi. Og her er ein verkætlan í [...] byggja eina havn. ER tað ikki løgmaður, sum hevur tvíhildið um, at vit hava fingið heimastýrið aftur? ÁLVARATOS, er tað nakað, vit hava brúk fyri, so er tað vinnuligt virksemi. Og her er ein verkætlan í [...] samstundis sum tað er ásannað ferð eftir ferð, at neyðugt er at endurnýggja strandferðsluflotan. MEN ikki eitt nevnivert oyra er sett á fíggjarlógaruppskotið til strandfaraskip, hóast tað er greitt, at Tróndur
tingformaðurin, landsstýrismaðurin Sámal Petur í Grund, allir sum ein eru valdir at umboða Eysturoynna. Her er okkurt, sum ikki ruggar rætt. Og tað fara hesir góðu menn helst at ásanna til komandi val. [...] Hetta tí at vit halda, at væntandi støðutakanin og áhugin hjá sitandi landsstýri fyri hesum stórmáli, er einki minni enn ein skandala fyri land okkara. AT hugsa sær, at vit í Fuglafirði eiga eitt virki og [...] svimur framvið oyggjum okkara - og hesi so als ikki verða hoyrd. Tað líkist ongum. ALT hetta málið er ein stór skomm fyri okkara stýrandi politikarar. Hvussu kann ein løgmaður í eini ólavsøkurøðu taka
at sínum egnu. Og tora at gera tað. So er. Men tá talan er um flokk, sum situr við ábyrdini av landinum, átti hetta at fingiðonkra avleiðing. Tað er í hvussu er við til at minka um virðið av landsins hægasta [...] ger leygardagin, er í okkara verð einki minni enn ein uppgerð í sambandsflokkinum. Her tykist tað at snúgva seg um, at sambandsmenn vilja sleppa av við sín egna løgmann, sum samtíðis er formaður í samb [...] so stendur púra greitt, at talan er um kreppu ikki bert í sambandsflokkinum men í øllum landsstýrinum. Hetta má fáa fylgjur so ella so. Eingin ivi er um, at hetta er sera óheppið fyri umdømi okkara í
ber tað ikki til at hava eitt virki gangandi, um eingin fiskur er. Men soleiðis sum vit hava skilt málið, er tað ikki júst trot á fiski, sum er orsøkin, til at virkið má stongja. Heldur man hetta hava nakað [...] bygina og oynna alla. TAÐ er leiðslan í Fiskavirking og í Framtaksgrunnurin, sum eftir øllum at døma hava mett, at tað loysir seg ikki at hava virkið í Miðvági gangandi. Tað er rætt og slætt ikki økonomiur [...] økonomiur í tí meira. Hetta er tað vit frætta, men vit frætta so eisini, at júst virkið í Miðvági hevur koyrt væl. Gott hevði tí verið at fingið meira greitt at vita, hvat tað er, sum liggur aftanfyri avhøvdingina
upplivast á ymsum tiltøkum í landinum, men tað er einki at taka seg aftur í, at vit fegnast øll um at fáa vitjanir úr útheimi til okkara fjarðskotnu oyggjar. Í LØTUNI er Tórshavnar Jazz-, fólka- og bluesfestivalur [...] uppliva útlendsk nøvn, sum vitt annars bert frætta um aðrar vegir, og tað er at fegnast um. Liggja vit fjarðskotin reint geografiskt, so er heimurin við øllum teimum nútímans hentleikum so nær sum ongantíð áður [...] at hoyra útlendsk nøvn á konsert her í landinum. Vit ynskja Tórshavnar Jazz-, fólka- og bluesfestivali alt tað besta, og vóna at uppliva nógv spennandi útlendsk nøvn her á landið í framtíðini eisini. Sosialurin