var breið semja millum allar flokkar á Løgtingi um, at her er talan um eina góða avalu. Javnaðarflokkurin hevur funnist at, at bankamálið ikki er sjónligt í sjálvari avtaluni, og at partarnir, bæði teir [...] harumframt er øll donsk uppílegging í føroysk viðurskiftu hildin uppat. Allar tær bindingar, sum vóru í gomlu avtalunum, eru nú burtur, og vit kunnu nú sjálvir skipa fyri, sum eisini rætt er. Vónandi liva [...] politikk, men hvat gera so vit? Tað er heilt týðiligt, at danska stjórnin við hesi avtalu hevur lagt seg eftir ikki framyvir at leggja seg upp í føroyskan politikk. Hetta er eisini eitt mál, sum vit ferð eftir
fiskiskap við henni, er talan um stórar broytingar til tað betra, tó at vit kunnu siga, at helst er ikki rokkið á mál enn, í hvussu so er ikki sambært teim nýggju videoupptøkunum sum gjørdar er við kaga á sjálvari [...] kanningarnar umborð á Hoyvíkingi í samstarvi við Fiskirannsóknarstovuna, er ein væl meiri útgjørd snella, nakað væl størri eisini, tá hon m.a. er útgjørd til at taka myndir og tó fiska sum ein vanlig snella, tvs [...] annan hátt og eisini, hvussu viðurskiftini annars er á djúpum vatni. Og hesar upptøkur hava fingið bæði framleiðarar og fiskimenn at umhugsa, um tíðin ikki er komin nú, at meiri orka verður løgd í at framleiða
feska fiskin er tískil bøtt munandi, sigur Búskaparráðið. Eitt annað sum eisini spælir inn er støðan hjá krónuni mótvegis hinum gjaldoyrunum, eitt nú pundinum. Her er støðan tann, at pundið er hækkað nógv [...] til londini vit kappast við er batnað, sigur Búskaparráðið í árligu frágreiðing síni. Tá tosað verður um kappingarføri okkara mótvegis útheiminum, er talan um hvørt vinnan er før fyri at framleiða vørurnar [...] Lønirnar eru, sum verða mann, ein stórur partur av framleiðslukostnaðinum og tí er tað av stórum týdningi, at lønirnar her heima ikki hækkað meir enn tær t.d. gera í Skotlandi. Og har hevur oljuvinnan havt
tøkurnar, hóast ein ávís skattalækking er farin fram. Uttanlandsskuldin er ein kleppur hjá landskassanum, men eftir at avtalan var gjørd við donsku stjórnina er afturgjaldsskipanin løgd í eina fasta legu [...] gevast við íløgum og so framkallar tað eina enn sterkari niðurgongd, og tað er ikki ætlanin, segði Bjarni Olsen. Eisini her er Karsten Hansen samdur við Búskaparráðnum. ? Tað eru nakrar íløgur, sum eftir [...] uppaftur. Hesum er Karsten Hansen samdur í. ? Í samgonguskjalinum stendur at vit skulu arbeiða fram ímóti skattalætta, men eisini her skulu vit vera varin og ikki geva skattalætta fyrr enn tíðin er røtt, sigur
vórðu 1036 revsilógarbrot skrásett í Føroyum og tað er ein minking uppá 10,8% í mun til árið fyri, tá revsilógarbrotini vórðu 1161 í tali. Talið í fjør er samstundis tað lægsta síðani 1982. Talið á meldaðum [...] 27,3 í mun til 1996. Orsøkin til stóru broytingarnar er, at nakrir fáir brotsmenn hava framt fleiri brotsgerðir. Í mun til tey seinastu fimm árini er talið á meldaðum innbrotum framhaldandi lágt um enn [...] seinastu trý árini. Samstundis er talið á tjóvaríum annars minkað til tað lægsta talið í hesum tíðarskeiði. Talið á øðrum tjóvaríum minkaði í 1997 við 16,8 % til 104, men her skal havast í huga, at økingin
Tað, einasta hann kann siga fyri vist, er, at hann er føroyingaur. Tað eru fleiri ár síðani eg búði í Klaksvík, og nógv er broytt. Eitt tað fyrsta eg tí vil gera er at blíva kendur við fólkið. Konan og [...] rætt Hans Eiler hevur sum er nógvar ætlanir, men tað er tó heilt greitt fyri honum, hvat høvuðsuppgáva hansara er sum prestur. Tað týdningarmesta fyri meg í prestatænastuni er at boða Guds Orð reint og [...] útbúgvingini, so hevði eg steðgað. Grundin fyri hesum er virðingin fyri Guds Orði. Ein tænasta sum prestur, har ein er hirði og hevur uppgávuna at boða Guds Orð er so týðandi, at eg haldi ein eigur at hava eitt
at farast, og tí far hann ikki lisið so nógv uttan tað er er við stórari skrift. Annars fái er altíð við okkurt. Eg havi ein bát standandi her omanfyri húsini, sum eg putlist eitt sindur við. Eg plagi [...] Teldu dámar mær annars væl at nýta, tá ið eg yrki. Tað er nógv lættari enn við skrivimaskinu, tí har kanst tú allatíðina broyta og rætta. Men tíverri er teldan í ólagi nú, og tí fái eg ikki gjørt nakað serligt [...] Jacob Hansen sigur frá, tá ið hann hevði eina av sínum størstu upplivingum í lívinum. Eg hugsaði, her var eingin møguleiki Eg hoyrdi teir lýstu í útvarpinum eftir statistum at spæla við í filminum Barbara
skuldi kunnað slóðað fyri eini slíkari gongd. Hetta er nakað, sum vit áttu at umrøtt saman við teimum feløgum, sum ynskja at leita eftir olju her. TALAN er tó ikki um at rætta ávísum ekstremum umhvørvisfe [...] bæði olju og gassi. Tey vísa so eisini á tann stóra eftirspurningin, sum er eftir vørum framleiddar út hesum ráevnum. Spurningurin er, um stóru og ríku feløgini gera nokk. At tvey teirra, Shell og BP nú gera [...] kunnu taka alla hondina og harvið steðga einum útviklingi her hjá okkum, sum kann fjøltátta og menna okkara annars viðkvæma búskap. Nei talan er um at taka í álvara spurningin, hvørjar íløgur - vunnar út
Í báðum førum er talan um hendingar úr tveimum av grannalondum okkara. HESI grannalondini eru Noreg og Bretland, tvey lond, sum Føroyar gjøgnum øldir hava havt samvinnu við so ella so. Her hevur so fyrst [...] LØGMAÐUR fer í døgnum 24. og 25. september til Noregs at síggja, hvussu frálandavinnan er bygd upp og virkar í dag. Tað er greitt, at soleiðis sum norðmenn hava bygt upp hesa vinnu, so hava vit helst nógv at [...] dugnaligir, men teir hava eisini gjørt mistøk. So hjá okkum er at sleppa undan at gera hesi mistøk aftur og annars at læra av teirra dugnasemi. Eingin ivi er um, at norðmenn við at bjóða løgmanni á vitjan, hugsa
erkið í Sellafield. TAÐ er ikki uttan grund, at Bretland hevur fingið heitið ?The dirty man of Europe?. Og tað er hetta ?image?, sum nýggja bretska stjórnin vil broyta. Tað er so eisini í tráð við tann [...] kring oyggjarnar, so er greitt, at dálkingin frá eitt nú stóra granna okkara Bretlandi hevur eisini sítt árin á okkum í hvussu er psykologiskt árin, soleiðis at skilja, at tað er eingin góð reklama fyri [...] støðu her úti í Atlantshavi eru vit so sanniliga ein partur av málinum. Tað hevði heldur einki gjørt, um føroyskir myndugleikar vístu bretsku stjórnini sína nøgd við nýggja bretska útspælið. Hetta er jú tað