Stóri parturin av fiskinum fer av aftur húkinum

? vísa avdúkandi myndir sum nú eru at síggja við einari sokallaðari »videosnellu« sum gjørd er, so spurningurin er, um vit ikki mugu útvikla aðrar húkar, sigur Jákup Joensen, stjóri í J.K. Joensen & Sonur í Miðvági, í sambandi við videoupptøkur, sum gjørdar eru við serligari vágasnellu í samstarvi við Fiskirannsóknarstovuna. Men snellan við kaga kann eisini verða áhugaverd í sambandi við eitt nú nótafiskiskap

Menningin av Vágasnelluni hevur verið ótrúlig, síðan tær fyrstu hondsnellurnar komu á marknaðin í 1957, men eisini viðvíkjandi útgerðini í sambandi við fiskiskap við henni, er talan um stórar broytingar til tað betra, tó at vit kunnu siga, at helst er ikki rokkið á mál enn, í hvussu so er ikki sambært teim nýggju videoupptøkunum sum gjørdar er við kaga á sjálvari dorgini.

Vágasnellan verður nú seld heilt suður til lond í Afriku og um alla norðaru hálvkúlu, eystur til Avstraliu við, men tann snellan, sum hevur verið nýtt í sambandi við áhugaverdu kanningarnar umborð á Hoyvíkingi í samstarvi við Fiskirannsóknarstovuna, er ein væl meiri útgjørd snella, nakað væl størri eisini, tá hon m.a. er útgjørd til at taka myndir og tó fiska sum ein vanlig snella, tvs. teknisk ein stór avbjóðing at fáa snelluna at vera so følsama sum ein vanlig snella. Sambært royndunum við hesi serligu snellu og upptøkunum frá kaganum á dorgini, er tað bert lítil partur av fiskinum, sum verður hangandi á húkinum.


Nýggjar húkar

Upptøkurnar vísa greitt, hvat gongur fyri seg undir vatnskorpuni og geva okkum eina greiðari mynd av, hvussu fiskurin ber seg at á bæði ein og annan hátt og eisini, hvussu viðurskiftini annars er á djúpum vatni.

Og hesar upptøkur hava fingið bæði framleiðarar og fiskimenn at umhugsa, um tíðin ikki er komin nú, at meiri orka verður løgd í at framleiða nýggjar húkar. Umboð fyri amerikonsku fyritøkuna Eagle Claw, sum framleiðir húkar, hava sæð videoupptøkurnar, og sambært stjóranum í J.K. Joensen & Sonur í Miðvági, Jákup Joensen, er einki at ivast í, at vit fara at fáa nýggjar húkar um ikki so langa tíð. Upptøkurnar vísa nevniliga at sami fiskur kann koma á og fara av aftur upp í fleiri ferðir og at toskur herjar á dorgina upp frá botni, meðan t.d. upsi kann taka, tá dorgin er á veg niður. Myndirnar váttað sostatt nógv, sum menn høvdu gitt seg fram til áður, og opinberaðu annað, sum menn ikki vistu nakað um.


Eisini aðrir møguleikar

Men henda nýggja snella við kaga á dorgini, kann koma at hava tíðarvendar broytingar við sær, ikki bert tá talan er um snellufiskiskap, men eisini kunnu eitt nú nótabátar og ikki at tala um fiskirannsóknarskip fáa stórt gagn av henni, so neyvari fæst at vita um stødd og slag av fiski, tá tað skrivar á brúnni.

Nær vit eru komin hartil, at henda snella verður framleidd, er kanska ikki so lætt at siga, og stjórin Jákup Joensen, torir heldur ikki at seta dag á, men hetta eru bæði spennandi og áhugaverdar kanningar, sum uttan iva fara at menna okkara veiðumynstur munandi í komandi tíðum.

? Snellan - sum er ein prototypa nú - við hesi útgerð, kostar nógv at menna, men við eini hóskandi framleiðslu, kann prísurin koma at liggja á einum sovorðnum støði, at hon kanska verður føst útgerð umborð á størri førum í framtíðini, men tað er ikki óhugsandi, at eitt nú ein nýggjur nótabátur sær stórar møguleikar í at gera íløgu í hesa útgjørdu snellu, sum bæði kann spara tíð og pengar, tí skiparin á brúnni sær bæði stødd og slag, áðrenn kastað verður, sigur Jákup Joensen.


Makreldorg

Umframt hesar áður nevndu royndir, hava royndir eisini verið gjørdar í samstarvi við Fiskirannsóknarstovuna við serligari dorg til makrelfiskiskap við el-vágasnelluni - tí mest framkomnu - og eisini her hevur J.K Joensen & Sonur ment eina serliga skipan, har dorgin verður pakkað í magasin, so hon ikki er um allan bátin.

? Bæði norðmenn og skotar hava fiskað nógvan makrel við dorg, men teirra skipan er nakað øðrvísi, enn tann, vit nú royna at menna, og tað er einki at ivast í, at teir fara at vísa henni stóran áhuga, tá hon kemur á marknaðin, sigur Jákup Joensen at enda.