Tá Búskaparráðið legði fram frágreiðing sína um føroyska búskapin varð sagt, at hóast landskassin hevur yvirskot sum er, so er tað neyvan nóg stórt til tær íløgur, sum liggja fyri framman.
Inntøkurnar hjá landskassanum øktust í 1997; bæði skattainntøkurnar og avgjaldsinntøkurnar, hóast ein ávís skattalækking er farin fram.
Uttanlandsskuldin er ein kleppur hjá landskassanum, men eftir at avtalan var gjørd við donsku stjórnina er afturgjaldsskipanin løgd í eina fasta legu, samstundis sum rentuútreiðslurnar eru lækkaðar.
Og so skulu vit ikki gloyma, at 900 mió. krónur vóru afturgoldnar eftir einari nátt!
Vit hava tosað við nýggja fíggjarmálaráðharran um frágreiðingina.
Eri samdur við ráðnum
Karsten Hansen sigur, at hann er púra samdur við Búskaparráðnum í teimum ávaringum teir koma við.
? Eg havi verið úti við teimum somu ávaringunum eisini, so eg eri púra samdur við teimum, sigur hann.
Fíggjarmálaráðharrin heldur tað hava sera stóran týdning fyri Føroyar, at føroyingar allir og serliga politikarar, fara at hyggja meir enn eitt ár fram í tíðina.
? Vit gjørdu jú eina avtalu við danir fyri stuttari tíð síðan og tann avtalan bøtti nógv um fyritreytirnar hjá landskassanum, samstundis sum hon gav okkum tað fíggjarliga frælsið aftur, sigur Karsten, sum leggur afturat, at tað er neyðugt at verða »upp á forkant« við trupulleikarnar.
? Í sambandi við fyrireikingarnar til fundin við danir gjørdu vit nakrar útrokningar um hvussu fíggjarlógin fór at síggja út um fortreytirnar broytast. Tað er m. a. tílíkum vit arbeiða við nú.
Varnir við íløgum
Bjarni Olsen, formaður í Búskaparráðnum, segði hósdagin, at tað er neyðugt, at tað almenna í løtuni heldur eitt sindur aftur við íløgunum.
Íløguáhugin í tí privata partinum er so stórur, at um tað almenna eisini fer at gera íløgur, so kann tað virka við til, at búskapurin verður ovhitaður.
Ein brádlig niðurgongd í búskapinum tá, kann enda við at landsstýrið er noydd til at gevast við íløgum og so framkallar tað eina enn sterkari niðurgongd, og tað er ikki ætlanin, segði Bjarni Olsen.
Eisini her er Karsten Hansen samdur við Búskaparráðnum.
? Tað eru nakrar íløgur, sum eftir øllum at døma eru alneyðugar, men tað sum hevur størstan týdning er, at vit gera eina nágreiniliga raðfesting av teimum íløgum, sum vit skulu gera, og so gera íløgurnar í samsvari við tørvin á teimum og ikki minst í samsvari við orkuna hjá landskassanum, sigur fíggjarmálaráðharrin.
Karsten Hansen ger púra greitt, at íløgurnar skulu ikki ganga út yvir raksturin.
Avlop á fíggjarlógini er eitt krav
Men fyri yvirhøvur at kunna gera nakrar íløgur yvirhøvur, so er neyðugt, at almenni raksturin kann hanga saman.
Tað merkir, at roknskapurin hjá landskassanum vísir eitt avlop tá árið er liðugt.
Fyri landskassan hevur tað alstóran týdning at fáa eitt sindur av peningi á kistubotnin nú, sigur Karsten Hansen.
? Tað er eingin, sum veit hvussu leingi henda góða støðan stendur við, og tí skulu vit spara upp meðan tíðin er til tað, sigur hann.
? Umstøðurnar úti í heimi broytast brádliga, men eingin veit nær broytingin kemur. Tað kann verða um eitt ár, trý ella tíggju ár, fyri tann skuld, sigur Karsten Hansen, og leggur afturat, at tá niðurgongdin kemur skal landskassin hava pengar tøkar til at standa ímóti við. Annars verður hann noyddur at fara út at lána pening og tað søguna leggja vit ikki í at hoyra enn einaferð.
Ikki skattalætti fyribils
Búskaparráðið ávaraði eisini móti fleiri skattalættum.
Ikki tí, ein skattalætti nýtist ikki bara verða av tí ónda, men tað minkar um inntøkugrundarlagið hjá landskassanum, og kann, um ein niðurgongd kemur, enda við at skatturin má setast uppaftur.
Hesum er Karsten Hansen samdur í.
? Í samgonguskjalinum stendur at vit skulu arbeiða fram ímóti skattalætta, men eisini her skulu vit vera varin og ikki geva skattalætta fyrr enn tíðin er røtt, sigur hann.
? Vit vilja øll hava skattalætta, men samstundis skulu vit vísa á, hvaðani pengarnir skulu koma frá. Tð nyttar einki at lækka skattin og so bara hækkað avgjøldini. Tað skal vera nakað veruligt, sigur Karsten Hansen at enda.









