Kappingarførið hjá føroyska fiskiídnaðinum í mun til londini vit kappast við er batnað, sigur Búskaparráðið í árligu frágreiðing síni.
Tá tosað verður um kappingarføri okkara mótvegis útheiminum, er talan um hvørt vinnan er før fyri at framleiða vørurnar við kostnaðum, sum í minsta lagi ikki eru hægri enn í teimum londum, sum selja á somu marknaðum, sum vit.
Framleiðslukostnaðir eru eitt nú kostnaðir til lønir, flutning, orku o. l., sum beinleiðis inngongur í framleiðsluna av vøruni.
Lønirnar eru, sum verða mann, ein stórur partur av framleiðslukostnaðinum og tí er tað av stórum týdningi, at lønirnar her heima ikki hækkað meir enn tær t.d. gera í Skotlandi.
Og har hevur oljuvinnan havt stóra ávirkan á lønarlagið.
Meðan lønirnar í Føroyum, sambært Búskaparráðnum bert eru hækkaðar fá prosent í níti árunum, si eru lønirnar í Skotlandi, og Íslandi við, hækkaðar við umleið 20 prosentum.
? Okkara kappingarføri mótvegis hesum báðum kappingarneytum um feska fiskin er tískil bøtt munandi, sigur Búskaparráðið.
Eitt annað sum eisini spælir inn er støðan hjá krónuni mótvegis hinum gjaldoyrunum, eitt nú pundinum.
Her er støðan tann, at pundið er hækkað nógv, og tað hevur eisini givið føroysku fiskaseljarunum fyrimun, fram um teir skotsku.
Hinvegin hevur danska krónan vunnið í virðið mótvegis tí norsku, t.d., og tað hevur ikki betra okkara kappingarføri mótvegis norska fiskiídnaðinum.
Men gongdin á valutamarknaðinum skiftir so brádliga, at áðrenn ein veit av, so gongur tað hinvegin aftur.
Í frágreiðingini stendur eisini at lesa, at produktiviteturin í Føroyum er hækkaður, so vit framleiða meira um tíman og tað betrar eisini um kappingarføri.