Nógv umrødda avtalan millum landsstýrið og donsku stjórnina varð undirskrivað 10. juni í ár. Hóast ymiskar atfinningar hava verið av pørtum av avtaluni, so var breið semja millum allar flokkar á Løgtingi um, at her er talan um eina góða avalu.
Javnaðarflokkurin hevur funnist at, at bankamálið ikki er sjónligt í sjálvari avtaluni, og at partarnir, bæði teir føroysku og teir donsku, við vilja hava lagt eitt roykslør yvir bankamákið, men hóast hesar atfinningar, so duga vit sjálvandi at síggja stóru fyrimunirnir við hesi avtalu, og tí tók flokkurin heilhjartaður undir við henni á Føroya Løgtingi.
Fíggjarliga merkir hon nógv fyri okkum, tí 900 mió. kr. av skuld eru strikaðar, 500 mió. kr. eru fastfrystar uttan rentur og avdráttir, og restin verður afturgoldin yvir 20 ár við 5% í fastari rentu við eini upphædd upp á 323 mió. kr. um árið. Men harumframt er øll donsk uppílegging í føroysk viðurskiftu hildin uppat. Allar tær bindingar, sum vóru í gomlu avtalunum, eru nú burtur, og vit kunnu nú sjálvir skipa fyri, sum eisini rætt er. Vónandi liva so vit politkkarar upp til ta ábyrgd, sum tað leggur á okkum.
Danir leggja seg nú ikki longur upp í føroyskan politikk, men hvat gera so vit?
Tað er heilt týðiligt, at danska stjórnin við hesi avtalu hevur lagt seg eftir ikki framyvir at leggja seg upp í føroyskan politikk. Hetta er eisini eitt mál, sum vit ferð eftir ferð hava funnist at teimum fyri, og at enda hava bæði Lykketoft og Nyrup viðgingið, at tað, teir gjørdu í 1992 og 1993, var skeivt.
Persónligi meti eg hetta eisini sum eitt stórt framstig fyri viðurskiftuni millum Føroyar og Danmark. Somuleiðis má hetta eisini metast sum eitt skilagott stig fram ímóti einum samstarvi, har báðir partar virka á jøvnum føti við fullari virðing hvør fyri øðrum.
Hetta seinasta átti at givið føroysku umboðunum á Fólkatingi allar góðar grundir til framyvir ikki at lagt seg út í danskan innanríkispolitikk. So nú verður spennandi at síggja, um Óli Breckmann broytir støðu av hesi orsøk?
Hvussu var so móttøkan á Føroya Løgtingi?
Í ?Artikel 10? stendur, at tað er ein fyriteyt fyri hesi avtalu: ?at den får politisk tilslutning i henholdsvis Danmark og på Færøerne.?
Í Føroyum gekk tað sum fótur í hosu. Løgtingið góðkendi einmælt avtaluna. Ein samd uttanlandsnevnd mælti tinginum til at góðkenna avtaluna, og eitt einmælt Løgting góðkendi hana.
Hvussu var móttøkan á Fólkatingi?
Fríggjadagin í vikuni var avtalan til viðgerðar í fíggjarnevndini hjá Fólkatinginum. Eg hevði leitað mær við á fund fyri at hoyra, hvørja støðu donsku flokkarnir fóru at hava til avtaluna.
Frammanundan hevði ein eina hóming av, hvussu fór at gangast, m.a. út frá tí orðaskifti verið hevði um eitt uppskot frá Danska Fólkaflokkinum um at taka uppskotið hjá Lykketoft í fíggjarnvendini aftur.
Eisini var ein sera spentur eftir at hoyra, um øll tann vælvildin teir borgarligu, Vinstri og teir Konservativu søgdu seg hava mótvegis Føroyum, nú eisini var eftirfarandi.
Vælvildin hjá Uffa og Vinstra.
Øll minnast vit lyftini hjá Uffa Ellemann-Jensen um, at kom hann til valdið, so skuldu føroyingar fáa eina góða avtalu. Vinstri er jú bróðurflokkurin hjá Sambandsflokkinum, og sambandsmenn hava á Fólkatingi trúgvir stuðlað Vinstra í mong Harrans ár.
Øll minnast vit, hvussu sambandsmenn undan fólkatingsvalinum hálovaðu Uffa og Vinstra, at júst teir vóru bjargingin hjá Føroyum. Vit minnast røðurnar og skrivingina hjá Jóhannes Martin Olsen og Edmundi Joensen.
Vælvildin hjá Konservativa Fólkaflokkinum hjá Óla Breckmann.
Eisini var tað spennandi at síggja, um flokkurin hjá Óla Breckmann á Fólkatingi teir Konservativu fóru at hjálpa honum at fáa avtaluna ígjøgnum fíggjarnevndina. Konservativi Fólkaflokkurin er jú bróðurflokkur hjá føroyska Fólkaflokkinum.
Óli Breckmann hevur sum eingin annar nú í samfull 14 ár stuðlað teimum Konservativu og stjórnararbeiðinum hjá Schlüter heilt frá 1984 og fram til 1993. Óli Breckmann hevur luttikið aktivt í arbeiðinum hjá hesum politiska bólki, og hevur hann mangan, tá á hevur staðið at fingið meiriluta fyri borgarligum málum, rætt teimum ta neyðugu atkvøðuna.
Og neyvan nakar politikkari hevur alment sagt seg frøast so nógv um avtaluna enn júst sami Óli Breckmann. So væntandi var, at teir Konservativu fóru nú at løna honum alt aftur.
Men haldið tykkum nú fast.
Hvørki Vinstri, Konservativu ella Kristiligi Fólkaflokkkurin stuðlaðu avtaluna millum Føroyar og Danmark. Eg má siga, at hetta hevði eg ikki væntað, men tað er so veruleikin í dag.
Teir, ið sviku avtaluna við Føroyar, vóru flokkarnir hjá Óla Breckmann, løgmanni og Fólkaflokkinum - flokkurin hjá Edmundi Joensen og Sambandsflokkinum - og seinast flokkurin hjá Niels Paula Danielsen og Lassa Klein..
Svá roynast ábyrgdarflokkar, tá veruliga á stendur!
Hvørjir vóru so á okkara síðu?
Sviku Vinstra, sviku teir Konservativu og sviku teir Kristiligu, so høvdu føroyingar tó flokkar, sum kendu ábyrgd. Vit mugu tí uppaftur meira fegnast um tann stuðul, sum stjórnarflokkarnir Socialdemokratíið og teir Radikalu saman við CD, SF og Eindarlistanum vístu avtaluni.
At danski Fólkaflokkurin hjá Piu Kjærsgård og Framburðsflokkurin hjá Kirsten Jacobsen atkvøddu ímóti var ikka annað enn væntandi, men at brøðrarflokkarnir hjá Fólkaflokkinum og Sambandsflokkinum stungu okkum í bakið, nei, tað høvdu vit ikki droymt um.
So hvussu vit nú venda og snara hesum, so stendur tað rimmarfast, at tað var danski Javnaðarflokkurin, sum legði lunnarnar undir hesa avtalu, sjálvandi stuðlaður av øðrum.
Og aftaná at avtalan var gjørd, stóð eisini øllum flokkum á Fólkatingi púra greitt, at avtalan hevði fingið góða móttøku í Føroyum. Hvørjir minnast ikki Óla Breckmann við grátandi rødd næstan falla Lykketoft um hálsin og takka honum fyri avtalun?
Hvat ger nú Óli Breckmann?
Hvat fer nú Óli Breckmann at gera? Fer hann at taka avleiðingarnar av hesum borgarliga bakbiti frá hansara floksfeløgum í samfull 14 ár, teimum Konservativu, ella fer hann at gloyma hesa hending í donsku fíggjarnevndini fríggjamorgunin?
Hann tók eitt sera skilagott stig, tá hann valdi ikki at leggja seg upp í hvítusunnupakkan hjá stjórnini. Hann hevur eisini sagt, at hann væntandi verður í góðum hýri mesta partin av summarinum, so nú fáa vit at síggja, hvussu langt summarið verður hjá Óla Breckmann..
Hvat áttu bæði føroysku umboðini á Fólkatingi at gjørt?
Einasta virðiliga gongdin frameftir nú er, at Óli Breckmann og eg sjálvir eisini við viðrðing fyri hesi avtalu, gera av, at tá danir ikki vilja blanda seg í føroysk viðurskiftu, so blanda vit okkum ikki í donsk viðurskiftu. Lat dansk partin av Fólkatinginum gera av danskan innanríkispolitikk.
Mín støða á Fólkatingi hevur annars verið greið. Og vit mugu geva Óla Breckmann møguleikan at koma til skil í hesum máli. Eg má satt at siga viðganga, at eg hevði væntað, at ein løgtingsmaður, sum hevur skrivað undir kravið um føroyskan ?suverenitet? sum eitt fyrsta stig vísti í verki, hvat tað er, hann meinar. Fyrsta stigið kundi verið ikki at lagt seg upp í ?suveren? donsk mál.
Nú eigur so Óli Breckmann fyrsta leik. Síðan má sigast, at Fólkaflokkurin eigur næsta leik. Fer hesin flokkur at stuðla einum donskum flokki, sum ikki stuðlar avtaluni, sum teir sjálvir hava gjørt?
Vit kunni ikki vænta, at Fólkaflokkurin og Óli Breckmann fara at stuðla stjórnini og javnaðarmonnum, men vit kunnu vænta, eisini út frá samgonguskjalinum, at teir ikki frayvir fara at verða tungan á vágskálini í donskum innanríkispolitikki.