Í fjør vórðu 1036 revsilógarbrot skrásett í Føroyum og tað er ein minking uppá 10,8% í mun til árið fyri, tá revsilógarbrotini vórðu 1161 í tali. Talið í fjør er samstundis tað lægsta síðani 1982.
Talið á meldaðum innbrotstjóvaríum og tjóvaríum annars vóru í 1997 ávikavist 172 og 194. Tað svarar til eina øking í innbrotstjóvaríum uppá 6,8 % og eina minking í talinum av tjóvaríum annars uppá 27,3 í mun til 1996. Orsøkin til stóru broytingarnar er, at nakrir fáir brotsmenn hava framt fleiri brotsgerðir.
Í mun til tey seinastu fimm árini er talið á meldaðum innbrotum framhaldandi lágt um enn eitt sindur vaksandi tey seinastu trý árini. Samstundis er talið á tjóvaríum annars minkað til tað lægsta talið í hesum tíðarskeiði.
Talið á øðrum tjóvaríum minkaði í 1997 við 16,8 % til 104, men her skal havast í huga, at økingin í 1996 var 62,3 %. Samlaða talið á meldaðum tjóvaríum, innbrotum og tjóvaríum annars er í mun til 1996 minkað 15%. Hóast stór sveiggj til tíðir hevur hetta talið ligið nøkulunda á einum støðugum stigi tey síðstu 5-6 árini.
Tað er hugsunarvert, at talið á brúkstjóvaríum framhaldandi er minkandi 11. árið á rað - 57 brúkstjóvarí vórðu skrásett í 1997.
Talið á meldaðum herverkum minkaði 15,6 % í mun til 1996 og liggur nú á umleið 304. Í 1989 var talið á 538. Hóast minkingin framhaldandi er stór er herverk vanligasta revsilógarbrotið, ið verður framt í Føroyum, verður sagt í ársfrágreiðingini hjá ríkisumboðsmanninum fyri 1997.