NÝGGJA bretska arbeiðarastjórnin hevur í stuttu stjórnartíð síni - val varð í Bretlandi í mai - víst, at hon er sinnað til at fremja fleiri stórar broytingar í tí politikki, sum konservativa stjórnin annars hevur tvíhildið um í nærum 20 ár.
HERFYRI frættu vit, at stjórnin ætlar sær at liva upp til reglurnar í altjóða havrættarsáttmálnum undir ST, sum m.a. sigur, at tú kanst ikki brúka óbygdar klettar sum grundlinjupunkt fyri einum marknakravi. Í hesum førinum hava bretar sagt seg vilja sleppa kravinum um at brúka Rockall All í sambandi við fiskimarksásetan.
NÚ hevur bretska stjórnin so avgjørt at steðga dálking av høvunum. Bretar eru annars kendir fyri at vera herviligir til at dálka havumhvørvið, og her verður ikki minst hugsað um tey mongu skipini, sum við loyvi frá bretskum myndugleikum hava dumpað vandamikil evni í havið. Haraftrat kemur so øll dálkingin frá áum og havnum í Bretlandi, har so gott sum alt slag av lorti fer beint á sjógv. Fyri so ikki at tosa um kjarnorkuverkið í Sellafield.
TAÐ er ikki uttan grund, at Bretland hevur fingið heitið ?The dirty man of Europe?. Og tað er hetta ?image?, sum nýggja bretska stjórnin vil broyta. Tað er so eisini í tráð við tann umhvørivspolitikk, sum laborskuggastjórnin hevur rikið.
BRETSKA stigið til at steðga herviligu dálkingini av høvunum fer at vera yvir eitt longri tíðarskeið. Men tað verður so sett út í kortið nú og fara umboð fyri stjórnina í næstum at hava fund við hini londini í Norðuratlantshavi um hetta mál. Áhugavert er í tí viðganginum at vita, um eisini vit føroyingar verða roknaðir uppí. Um ikki, so hevði tað kanska verið eitt hugskot, at føroyskir umhvørvismyndugleikar longu nú tóku stig til at vera partur av málinum. Tí við okkara støðu her úti í Atlantshavi eru vit so sanniliga ein partur av málinum. Tað hevði heldur einki gjørt, um føroyskir myndugleikar vístu bretsku stjórnini sína nøgd við nýggja bretska útspælið. Hetta er jú tað, sum m.a. vit hava funnist at bretum fyri gjøgnum mong ár.
BRETSKA stigið fer eftir tí sum vit skilja á tíðindasendingunum hjá BBC at fevna um alt frá vanligari dálking frá virkjum og húsarhaldum til brúktar oljupallar og kjarnorkuverk. Tað sýnist sum at bretska stjórnin ætlar at vera rættiliga avgjørd, tá talan er um at rudda upp eftir sær í oljuvinnuni.
VIT føroyingar eiga at fegnast um bretska útspælið, sum sjálvandi fer at fáa positivar avleiðingar fyri okkum eisini. Hóast vit hava reklamerað við, at vit hava heimsins reinasta hav kring oyggjarnar, so er greitt, at dálkingin frá eitt nú stóra granna okkara Bretlandi hevur eisini sítt árin á okkum í hvussu er psykologiskt árin, soleiðis at skilja, at tað er eingin góð reklama fyri eitt land, ið selur fisk, at hava eitt av heimsins mest dálkandi londum sum næsta granna. Nú verður so vent í holuni og eiga vit at fegnast um tað.