Hendingarríkur 25. september

.

Um góðar tvær vikur fara fram hendingar, sum kunnu fáa stóran týdning fyri okkara framtíð. Í báðum førum er talan um hendingar úr tveimum av grannalondum okkara.


HESI grannalondini eru Noreg og Bretland, tvey lond, sum Føroyar gjøgnum øldir hava havt samvinnu við so ella so. Her hevur so fyrst og fremst verið talan um fiskivinnusamstarv. Meðan vit hava bygt ein hóp av fiskiskipum í Noregi og haraftrat keypt nógv av tí útgerð, sum fiskiídnaðurin hevur brúkt gjøgnum árini, so hevur samvinnan við Stórabretland meira fevnt um avreiðingar av fiski.


NÝGGJAR tíðir hava nýggjar avbjóðingar við sær og tær krevja tí eisini nýggjar avgerðir. Ein kann siga, at viðurskifti okkara við bæði Noreg og Stórabretland eru inni í eini broytingartíð, sum krevur nýggjar tankar, nýggjan hugburð og broytingar sum heild.


AT løgmaður um stutta tíð fer á almenna vitjan í Noregi og at nevnd fer til London at samráðast um markið júst um somu tíð sigur kanska heldur ikki so lítið um eitt ávíst rák.


LØGMAÐUR fer í døgnum 24. og 25. september til Noregs at síggja, hvussu frálandavinnan er bygd upp og virkar í dag. Tað er greitt, at soleiðis sum norðmenn hava bygt upp hesa vinnu, so hava vit helst nógv at læra av teimum. Norðmenn hava verið sera dugnaligir, men teir hava eisini gjørt mistøk. So hjá okkum er at sleppa undan at gera hesi mistøk aftur og annars at læra av teirra dugnasemi. Eingin ivi er um, at norðmenn við at bjóða løgmanni á vitjan, hugsa bæði taktiskt og handilsligt. Neyvan munnu teir vilja leggja seg út í ta ósemju, sum er millum Føroyar og Bretland og markið, men hinvegin eigur ein ikki at vera blindur fyri, at teir kunnu brúka hesa støðu millum Føroyar og Bretland til at tæna norskum ídnaði og áhugamálum. Teir vita ella kunnu gita, at soleingi føroyingar uppfata bretska marknakravið sum heilt órímuligt og imperialistiskt, so vil tað vera so sum so við samvinnu millum føroyingar og bretskan oljuídnað.


TAÐ er tí ikki sørt av lagnunnar speisemi, at samráðingarnar í London og vitjan løgmans í Noregi fella á sama dag. Hetta átti í hvussu er at fingið okkurt gott høvd í Bretlandi at gjørt sær sínar tankar. Tað er so heldur einki dulsmál, at løgmaður hevur deponerað eina innbjóðing at vitja í Bretlandi langt niðri í eini skuffu. Hann heldur neyvan tað vera góður politikkur í eini støðu, har ómetalig stór virði standa uppá spæl í eini undirgrundarósemju, at ?flirta? við bretsku stjórnina. Ístaðin hevur hann valt at vísa henni hansara køldu hond.


TAÐ er greitt, at ein løgmansvitjan í Oljunoregi sama dag, sum bretar og føroyingar sessast við samráðingarborðið at vita, um glið kanst fáast á samráðingarnar, man kennast herkin biti hjá onkrum bretum, ikki minst bretska ídnaðinum, sum í mongum er kappingarneytin hjá norðmonnum. Men kanska glið fer at koma á samráðingarnar og vit - ja hvør veit - longu í desember í ár gera eina avtalu við bretar - tá verður málið ikki jólatrøll enn einaferð. Ein heilt annar spurningur er so: hevur tíðin broytt málið soleiðis, at tað kanska als ikki er nøkur góð loysn fyri føroyingar at skunda sær í samráðingunum. Tað veldst sjálvandi um so nógv. Hvønn áhuga skuldu bretar havt í at sylta samráðingarnar enn meira!!! Spurningarnir eru nógvir. Og kunnu geva ymisk svar. Men eitt stendur greitt, 25. september kann gerast ein týðandi dagur fyri framtíðina hjá okkum øllum.