Sunnudagin verður nýggi sóknarpresturin í Norðoyar Vestara prestagjaldi, Hans Eiler Hammer, innsettur. Hetta hendir ísambandi við gudstænastuna í Christianskirkjuni, har Bjarni Bæk, dómpróstur fer at taka lut, meðan Hans Eiler sjálvur fer at prædika.
Eg eri í gongd við at fyrireika prædikuna, men heilt liðugur eri eg ikki enn, sigur Hans Eiler.
Prestagarðurin á prestvegnum er ikki liðugt umvældur enn, og tí eru Hans Eiler, konan, Linda og børnini, Hans Martin og Helena Charlotta ikki flutt inn enn. Arbeiðið verður liðugt einaferð síðst í næstu viku, og tá vænta tey at flyta inn. Prestaskrivstovan er tó liðug, og hana hevur Hans Eiler brúkt síðani mikudagin, tá ið hann alment byrjaði í starvinum.
Verða kendur við fólkið
Klaksvíkin er ikki nakað nýtt og ókent økið fyri Hans Eiler. Sum smádrongur og seinni sum ungur búði hann har eina tíð. Kortini er hann ikki klaksvíksingur. Tvøroyarmaður ella nesmaður sigur hann seg heldur ikki vera, sjálvt um hann hevur búð á hvørjum av hesum plássinum í umleið átta ár. Tað, einasta hann kann siga fyri vist, er, at hann er føroyingaur.
Tað eru fleiri ár síðani eg búði í Klaksvík, og nógv er broytt. Eitt tað fyrsta eg tí vil gera er at blíva kendur við fólkið. Konan og eg hava tosað nógv um hetta. Samstundis sum vit ynskja at gerast kend við fólkið her á staðnum, vilja vit eisini, at fólk á staðnum skulu koma at kenna okkum.
Eg eri settur sum prestur fyri øllum í prestagjaldinum, og eg ynski eisini at vera prestur fyri øllum. Tí fari eg heldur ikki uppí nevndir av ymiskum slag - í hvussu er ikki fyrstu tíðina, uttan tær, sum arbeiðið krevur. Eg skal ikki vera prestur bara fyri teimum, sum koma í missiónsrørslur, ella teimum, sum als ikki koma. Prestur ynski eg at vera fyri øllum í sóknini.
Verða til staðar
Hans Eiler veit ikki, hvussu alt kemur at laga seg enn, og tí fer tað eisini við tíðina at vísa seg, hvussu arbeiðið fer at vera. Kortini sigur hann, at fólk skulu koma at merkja á ymiskan hátt, at hann er prestur fyri øll. Umframt gjøgnum tær prestaligu skyldurnar, verður tað við at vitjað á sjúkrahúsi, røktarheimi, um fólk ringja og við at vera til staðar, tá ið ymisk tiltøk eru staðnum.
Umframt sjálva Klaksvíkina eru bygdirnar á Kalsoynni, Kunoy og Árnafjørður eisini í prestagjaldinum. Tilsaman fimm kirkjur. Niels Pauli Danielsen er eisini sóknarprestur í sama prestagjaldi, og fara teir báðir at býta uppgávurnar millum sín.
Rennitúr gjøgnum býin
Frítíðarítriv hevur Hans Eiler eisini fleiri, sum kanska ger, at hann fer at koma ísamband við nógv fólk.
Fólk skulu ikki gerast bilsin um tey síggja nýggja prestin renna sær onkran túr gjøgnum býin, sigur Hans Eiler og grínir við.
Hans Eiler sigur seg eisini hava áhuga fyri fótbólti, so tað kann eisini vera, at hann verður at síggja við fótbóltsvølin. Tað verður tó uttanfyri strikuna, tí at spæla fótbólt sjálvur, ætlar hann sær ikki.
Undir lestrartíðini í Noregi hevur Hans Eiler eisini í frítíðini arbeitt við teldu, og sjálvur hevði hann eisini sína egnu heimasíðu á netinum.
Eg haldi, at internetið hevur stóran týdning fyri dagsins samfelag. Tað er komið fyri at vera, og eg haldi vit eisini kunnu nýta tað til nógv gott. Í hvussu er kann tað vera gott at møta onkrum góðum, tá ið ein fer út at rógva (surfa) á netinum.
Í løtuni hevur Hans Eiler Hammer ikki nakra heimasíðu, men tað ætlar hann at fáa gjørt rættiliga skjótt. Um hann verður tann fyrsti presturin í Føroyum við persónligari heimasíðu, veit hann tó ikki.
Leggi egna kós
Hans Eiler er greiðir yvir, at Henning Bøgesvang, sum var prestur í sóknini í yvir 20 ár, var væl dámdur; og tí verður á ein hátt trupult at byrja sum nýggjur í hesum starvinum.
Eg veit, at Bøgesvang hevur gjørt eitt fantastiskt arbeiði í sóknini, og tað verður eisini ómøguligt hjá mær at gera alt tað, sum hann hevur gjørt. Vit eru jú eisini tveir heilt ymiskir persónar, og gera ikki tingina á sama hátt.
Kortini haldi eg ikki, tað ber til at siga, at eg komi í staðið hjá Bøgesvang. Hann er farin úr hesum starvinum og settur aðrastaðni. Eg havi hinvegin søkt eitt starv, sum var leyst, og tað eru uppgávurnar í hesum prestastarvinum, sum eg fari í gongd við. Hann gjørdi tingini á sín hátt, meðan eg komi at leggja mína egnu kós, og gera tingini, soleiðis sum tey best hóska seg fyri meg sum persón.
Týðandi við kalli
Tankarnir um at gerast prestur liggja langt aftur í tíðini hjá Hans Eileri. Longu sum 10 - 12 ára gamal, segði hann pápa sínum, at hann fór at lesa til prest. Hetta fór tó skjótt frá honum aftur. Øll tey mongu málini, sum eru at læra, var stutt sagt ov mikið. Ístaðin hugsaði hann um at læra til politi.
Sum 17 - 18 ára gamal komu tankarnir aftur, um at fáa mær eina útbúgving, har eg kundi vera í tænastu innan Guds ríki.
Eftir HF tók eg eitt sabbatsár og fór til Noregs, har eg arbeiddi á einum háskúla í Birkeland í Suðurnoregi. Meðan eg arbeiddi har, arbeiddu hesir tankarnir meir í mær, og eg fekk eisini eitt rættiliga sterkt ytri kall. Tað var rektarin, sum segði við meg, at hann helt, eg skuldi taka eina útbúgving, har eg skuldi standa í tænastu í Guds ríki.
Tað ytra kallið var rímiliga greitt, men eg vildi eisini hava eitt innara kall, tí eg meini Guds orð talar um tað. Ein tíð gekk og eg bað nógv til Gud. Eg sendi umsókn avstað um at sleppa at lesa við Menighetsfakultetet i Oslo, og bað Gud leggja tað soleiðis til rættis, at eg kom inn. Men um hetta ikki var eitt innara kall frá Gudi, mátti hann leggja forðingar ella meinbogar í vegin.
Eg fekk svar næstan beinavegin, at eg var komin inn. Hetta var longu 7 mánaðir, áðrenn eg skuldi byrja.
Eg fekk sostatt ikki eitt kall eins og Paulus, har hann var steðgaður mitt á síni ferð, og fekk eina serstaka uppgávu. Tað hevur hinvegin ligið í mær og búnast við tíðini.
Um eg ikki hevði havt hetta kallið, hevði eg ikki byrja útbúgvingina. Og um eg ikki hevði havt kallið undir útbúgvingini, so hevði eg steðgað. Grundin fyri hesum er virðingin fyri Guds Orði. Ein tænasta sum prestur, har ein er hirði og hevur uppgávuna at boða Guds Orð er so týðandi, at eg haldi ein eigur at hava eitt kall til eina tílíka tænastu.
Guds orð skal boðast reint og rætt
Hans Eiler hevur sum er nógvar ætlanir, men tað er tó heilt greitt fyri honum, hvat høvuðsuppgáva hansara er sum prestur.
Tað týdningarmesta fyri meg í prestatænastuni er at boða Guds Orð reint og rætt. Gleðiboðskapurin skal boðast til frelsu, soleiðis at menniskju koma til trúgv á Jesus. Um hetta ikki er høvuðsendamálið, haldi eg ikki, at ein hevur nógv at fara við.
Hevur longu royndir í prestastarvi
Sjálvt um hetta er fyrsta starvið hjá Hans Eileri, hevur hann kortini nakrar royndir í prestatænastu áðrenn. Har hann hevur lisið í Noregi, er nevnliga skipanin øðrvísi. Um summrarnar avloysa teologilesandi hjá prestum sum skulu halda frí. Hetta hevu Hans Eiler reint tilsaman í eini fýra mánaðir.
Eg eri kortini nýggjur í tænastuni og má tí eisini laga meg til viðurskiftini. Kortini haldi eg, at vit í føroysku kirkjuni kundu lært nakað av eitt nú tí norsku. Serliga hetta at tað eru fleiri onnur enn bara prestarnir, sum virka við undir eini gudstænastu.
Eg fari tó ikki at broyta nakað her fyrstu tíðina. Men eg veit ikki hvat fer at henda longri inn í framtíðina, sigur Hans Eiler Hammer.