Jens Lisberg at syngja nakrar sangir, eins og ung úr Meinigheitshúsinum koma at spæla undir felagssangin. - Innihaldið í prædikuni verður um Jákup í Gamla Testamenti, sum var ættarfaðir at Ísraels 12 ættum [...] nógv at læra okkum um lívið, og hvussu Gud kann venda øllum til tað góða. Vit skulu hoyra um, at Gud hevur eina góða ætlan fyri okkum øllum, sigur Bergur prestur. Altargangur verður, og møguleiki at tendra
gylt høvið at hoyra skjótt fløguaktuellu Maria Guttesen á konsertum í hesum mánaðinum. Maria er á veg við nýggjari fløgu, og fer at hava framførðslur í Århus og Keypmannahavn. Her verður høvið at hoyra løg [...] okkurt eldri lag verður eisini at hoyra. Afturat sær hevur Maria fingið føroysku Petsy Tvørfoss sum kórdamu. Harumframt fara gestatónleikararnir Morten Ærø og Søren Bigum at taka sær av trummu og gittarspælinum [...] í Århus 26 apríl kl. 22 og í Føroyahúsinum í Keypmannahavn leygarkvøldið 28 apríl kl. 21. Meira er at frætta á www.mariaguttesen.dk
fínt, at vit rættuliga fingu spælið at koyra soleiðis, sum 2. hálvleikur leið, var viðmerkingin hjá teimum í EB/Streymi. 2-0 málið var søguligt á tann hátt, at hetta var fyrsta ferðin yvirhøvur, at tað vórðu [...] týdningarmikið, at vit fótaðu okkum eftir tapið í Runavík. Nú standa tvær rættuligar lyklauppgerðir fyri framman. Fyrst í Gundadali móti B36 og so á heimavølli móti KÍ. Leikligu avrikini plaga ikki at vera serliga
Í lýsingini verður sagt, at talan er um 3-ára verkætlan, og at tann setti skal verja eina Ph.D.-ritgerð um evnið, áðrenn starvsskeiðið er lokið. Í verkætlanini er ætlanin at leggja dent á, vhussu sjógvur [...] seg at í somu trolum. Umsøkjarar til Ph.D.-lestrarstarvið skulu hava prógv sum M.Sc. í verkfrøði, lívfrøði ella hóskandi fakøki. Tó eru tey, ið eru ávegis at gera M.Sc.-ritgerð, eisini vælkomin at søkja
flogfeløgini siga, at tað gongur tann rætta vegin fíggjarliga, benda tey nýggjastu tølini á, at enn er langt á mál. Altjóða loftferðslufelagsskapurin IATA sigur, at í ár fara flogfeløgini at hava einar tríggjar [...] metti fyri bara tveimum mánaðum síðani. Aðalstjórin, Giovanni Bisignani, sigur, at tað gongur framá, men ásannar samstundis, at enn er langt á mál. Tað er serliga tann høgi oljuprísurin, sum kemur loftferðsluni
Ingi Højsted hevur eftir øllum at døma ikki slitið krossbandið, sum annars varð roknað við. Ein lækni við kunnleika til slíkar skaðar kannaði Inga í gjár, og hann heldur, at krossbandið er toygt. Ingi fekk [...] vóru boðini til Inga, at krossbandið var slitið. Men Ingi sleppur við skelkinum. Gongur tað væl, kann Ingi Højsted spæla fótbólt aftur um nakrar vikur. Ingi skal nú í holt við at venja spakuliga aftur [...] aftur. Heimasíðan hjá B36 skrivar, at í fyrstu syftu skal hann renna, og so skal hann vita, hvussu skaðin í knænum fer at laga seg.
P. Højgaard, at málið fekk eina margháttliga vending upp sera stutta tíð, og at trúvirðið og virðingin fyri løgmanni hevur verið størri, enn hon hevur verið í løtuni. - Tað, sum eg meti, at løgfrøðiligi [...] - Sjálvandi er tað rætt at seta eina kanning í verk, men eg eri við teimum sum siga, at tað skal vera ein skjóttvirkandi nevnd, tí kanningararbeiðið má ikki draga út, sigur Kári P. Højgaard Annars heldur [...] i kanningar bólkurin nú skal gera, er milluum annað at fara út og tosa við nevdina í Framtaksgrunninum, landsstýrismannin sjálvan og fólkið hann hevur kring seg, sigur Kári P. Højgaard, formaður í Sjá
við, at tað 27. mai í ár vóru liðin 100 ár síðan K.O.Viderø, varð føddur, Á framsýningini ber til at síggja bøkur og handrit eftir K.O.Viderø. Myndir eru eisini at síggja, eins og høvi verður at hoyra [...] kl. 21, fara Hanus A. Samuelsen og Petur Martin Rasmussen at geva stuttar lýsingar av Viderø sum rithøvundi og presti. Ólavur Clementsen fer at lesa stutt brot úr Ferð míni til Jorsala , og Steinbjørn B
Jóhan Simonsen, stjóri í Faroejet, sigur, at flogfelagið leggur dent á, at tað skal kosta tað sama hjá øllum føroyingum at ferðast við Faroejet, uttan mun til hvar í Føroyum tú býrt. Góð avtala við St [...] Strandferðsluna Faroejet hevur gjørt av, at tá ið tú keypir ferðaseðilin, er hann galdandi frá heimbygdini í Føroyum og til Kastrup. Tað vil siga, at tað kostar tað sama hjá einum sumbingi og einum sørvingi [...] fingið eina góða avtalu í lag við Strandferðsluna, sum báðir partar eru nøgdir við, og eg eri fegin um, at vit nú kunnu bjóða ferðafólkum okkara hesa tænastu, sigur Jóhan Simonsen.
læs um, at nú var aftur harðskapur í býnum í Havn. Hugstoytandi kortini aftur eitt offur, aftur ein ákærdur. Hugsi at tað kundi verið vert at hugt nærri eftir, hvat kommunan í Sønderborg roynir at gera fyri [...] fyri at tálma harðskapinum. Har er eitt samstarv millum kommunu, politi og náttklubbarnar komið í gongd, har fólk, sum verða dømd fyri harðskap, verða útihýst úr náttarlívinum í vikuskiftinum í tvey ár [...] náttartíð í býarlívinum, verða tey handtikin og latin leys, tá dagur er. Hettar vildi kanska fingið onkran at hugsa seg um, áðrenn viðkomandi nýtur harðskap sum fyrsta val.