Við hesa gudstænastuna fer Jens Lisberg at syngja nakrar sangir, eins og ung úr Meinigheitshúsinum koma at spæla undir felagssangin.
- Innihaldið í prædikuni verður um Jákup í Gamla Testamenti, sum var ættarfaðir at Ísraels 12 ættum. Hann hevur nógv at læra okkum um lívið, og hvussu Gud kann venda øllum til tað góða. Vit skulu hoyra um, at Gud hevur eina góða ætlan fyri okkum øllum, sigur Bergur prestur.
Altargangur verður, og møguleiki at tendra eitt ljós fyri einum, sum farin er, ella onkrum sum ein vil biðja fyri.
Slíkar ungdómsgudstænastur hava verið nakrar ferðir áður í Vesturkirkjuni. Og sum sagt verður: Gudstænastan er fyri ung í øllum aldri.