Hóast altjóða flogfeløgini siga, at tað gongur tann rætta vegin fíggjarliga, benda tey nýggjastu tølini á, at enn er langt á mál.
Altjóða loftferðslufelagsskapurin IATA sigur, at í ár fara flogfeløgini at hava einar tríggjar milliardir dollarar í halli, og tað er næstan ein milliard dollarar meiri, enn IATA metti fyri bara tveimum mánaðum síðani. Aðalstjórin, Giovanni Bisignani, sigur, at tað gongur framá, men ásannar samstundis, at enn er langt á mál.
Tað er serliga tann høgi oljuprísurin, sum kemur loftferðsluni illa við, og tí hava flogfeløgini fíggjarligar trupulleikar, sjálvt um hin parturin av rakstrinum er vorðin munandi bíligari tey seinastu árini orsakað av ymsum sparingum, sigur IATA.










