Góð barlast

Heimamenninir á Mølini vóru ógvuliga fegnir um júst henda sigurin:
- Tað var týdningarmikið, at vit fótaðu okkum eftir tapið í Runavík. Nú standa tvær rættuligar lyklauppgerðir fyri framman. Fyrst í Gundadali móti B36 og so á heimavølli móti KÍ. Leikligu avrikini plaga ikki at vera serliga polerað, tá ið vit spæla móti Skála. Tí var tað fínt, at vit rættuliga fingu spælið at koyra soleiðis, sum 2. hálvleikur leið, var viðmerkingin hjá teimum í EB/Streymi.
2-0 málið var søguligt á tann hátt, at hetta var fyrsta ferðin yvirhøvur, at tað vórðu skorað fleiri enn eitt mál í grannauppgerðum millum EB/Streym og Skála á Mølini!