Ferðaseðilin galdandi frá heimbygdini

Sum nakað nýtt í sambandi við flogferðslu í Føroyum, hevur Faroejet syrgt fyr, at tá ið tú keypir tær ein ferðaseðil frá nýggja flogfelagnum, er ferðingin frá heimbygdini til flogvøllin íroknað

Jóhan Simonsen, stjóri í Faroejet, sigur, at flogfelagið leggur dent á, at tað skal kosta tað sama hjá øllum føroyingum at ferðast við Faroejet, uttan mun til hvar í Føroyum tú býrt.
 
Góð avtala við Strandferðsluna
Faroejet hevur gjørt av, at tá ið tú keypir ferðaseðilin, er hann galdandi frá heimbygdini í Føroyum og til Kastrup. Tað vil siga, at tað kostar tað sama hjá einum sumbingi og einum sørvingi.
- Vit hava fingið eina góða avtalu í lag við Strandferðsluna, sum báðir partar eru nøgdir við, og eg eri fegin um, at vit nú kunnu bjóða ferðafólkum okkara hesa tænastu, sigur Jóhan Simonsen.