Ingi slapp við skelkinum

Ingi Højsted hevur eftir øllum at døma ikki slitið krossbandið, sum annars varð roknað við. Ein lækni við kunnleika til slíkar skaðar kannaði Inga í gjár, og hann heldur, at krossbandið er toygt.
Ingi fekk skaða í dystinum ímóti HB fyri tveimum vikum síðani, og í fyrstu syftu vóru boðini til Inga, at krossbandið var slitið. Men Ingi sleppur við skelkinum.
Gongur tað væl, kann Ingi Højsted spæla fótbólt aftur um nakrar vikur. Ingi skal nú í holt við at venja spakuliga aftur. Heimasíðan hjá B36 skrivar, at í fyrstu syftu skal hann renna, og so skal hann vita, hvussu skaðin í knænum fer at laga seg.