Nú verður gylt høvið at hoyra skjótt fløguaktuellu Maria Guttesen á konsertum í hesum mánaðinum. Maria er á veg við nýggjari fløgu, og fer at hava framførðslur í Århus og Keypmannahavn. Her verður høvið at hoyra løg av komandi fløguútgávuni, men okkurt eldri lag verður eisini at hoyra.
Afturat sær hevur Maria fingið føroysku Petsy Tvørfoss sum kórdamu. Harumframt fara gestatónleikararnir Morten Ærø og Søren Bigum at taka sær av trummu og gittarspælinum á konsertini í Århus.
Konsertirnar við Mariu Guttesen vera á Fatter Eskil í Århus 26 apríl kl. 22 og í Føroyahúsinum í Keypmannahavn leygarkvøldið 28 apríl kl. 21.
Meira er at frætta á www.mariaguttesen.dk









