Harðskapur  lærið av Sønderborg

Martin Kúrberg


Sat og læs um, at nú var aftur harðskapur í býnum í Havn. Hugstoytandi kortini aftur eitt offur, aftur ein ákærdur.
Hugsi at tað kundi verið vert at hugt nærri eftir, hvat kommunan í Sønderborg roynir at gera fyri at tálma harðskapinum. Har er eitt samstarv millum kommunu, politi og náttklubbarnar komið í gongd, har fólk, sum verða dømd fyri harðskap, verða útihýst úr náttarlívinum í vikuskiftinum í tvey ár.
Verða tey sædd á náttartíð í býarlívinum, verða tey handtikin og latin leys, tá dagur er. Hettar vildi kanska fingið onkran at hugsa seg um, áðrenn viðkomandi nýtur harðskap sum fyrsta val.