Saman við trolvirkinum, Vónini, søkir Fiskirannsóknarstovan nú eftir einum Ph.D.-kandidati til nýggja verkætlan innan flótitrol.
Í lýsingini verður sagt, at talan er um 3-ára verkætlan, og at tann setti skal verja eina Ph.D.-ritgerð um evnið, áðrenn starvsskeiðið er lokið.
Í verkætlanini er ætlanin at leggja dent á, vhussu sjógvur streymar í flótitroum, og hvussu fiskur ber seg at í somu trolum.
Umsøkjarar til Ph.D.-lestrarstarvið skulu hava prógv sum M.Sc. í verkfrøði, lívfrøði ella hóskandi fakøki. Tó eru tey, ið eru ávegis at gera M.Sc.-ritgerð, eisini vælkomin at søkja. Dentur verður lagdur á nøktandi støddfrøðiligt støði.