Víðskygdi vallarin Viderø

Á Landsbókasavninum letur mentanarnáttina framsýning upp, um K.O. Viderø prest og rithøvund undir heitinum: Víðskygdi vallarin Viderø.

 
 Framsýningin er komin í lag, í sambandi við, at tað 27. mai í ár vóru liðin 100 ár síðan K.O.Viderø, varð føddur, Á framsýningini ber til at síggja bøkur og handrit eftir K.O.Viderø. Myndir eru eisini at síggja, eins og høvi verður at hoyra kut úr útvarpssamrøðum við prestin og vallaran.
Tá ið framsýningin letur upp á Landsbókasavninum, mentanarnáttina 2. juni kl. 21, fara Hanus A. Samuelsen og Petur Martin Rasmussen at geva stuttar lýsingar av Viderø sum rithøvundi og presti. Ólavur Clementsen fer at lesa stutt brot úr Ferð míni til Jorsala, og Steinbjørn B. Jacobsen lesur yrking, hann hevur skrivað til Viderø.