flytingarnar - Í sambandi við, at sjúkrakassagjaldið 1. januar 2010 verður umlagt til sjúkratrygging umvegis skattin, verður gjørt vart við, at neyðugt er ikki hjá viðskiftafólki at biðja bankan steðga flyting [...] heimasíðu síni, og hinir bankarnar siga somuleiðis, at flytingarnar steðga av sær sjálvum. Síðan tað í gjár komu frá heilsumálaráðnum, sum mælti fólki til at strika sjálvvirkandi flytingar til sjúkrakassarnar [...] nar, hevur telefonstormur verið í bankunum, og nú boða teir altso frá, at flytingarnar verða steðgaðar av sær sjálvum.
gjár bað Løgtingið landsstýrið um at koma við lógaruppskoti um eitt málráð, ístaðin fyri at broyta stavraðið við løgtingslóg. Tað var Sjúrður Skaale, ið hevði skotið upp at seta bókstavir sum Z,X og C inn [...] inn í føroyska stavraðið, so at tað kom at líkjast tí latínska, sum verður nýtt kring næstan allan heimin. Málið varð upprunaliga sent í mentanarnevndina, sum síðan hevur viðgjørt og broytt uppskotið. Allir [...] sjálvur í mentanarnevndini, og hann tók undir við uppskotinum um málráð. Málráðið skal hava myndugleika at taka avgerðir um málsligar spurningar, eitt nú um stavraðið.
fólk, at Keita ta einu ferðina undir dystinum sendi Sølva Vatnhamar í graslíkið við at sveiggja armin. Dómarin í dystinum sá tó ikki hendingina, men Kappingarnevndin hjá FSF heitti á Aganevndina um at taka [...] Kringvarpinum staðfest, at talan var um atburð, sum ikki sømir seg á fótbóltsvølli, og sum vildi verið sektaður, um dómarin hevði sæð hendingina. Tí hevur Aganevndin gjørt av, at Keita verður leikbannaður [...] leikbannaður komandi dystin hjá B68. Víðari verður sagt, at avgerðin ikki kann kærast.
doyði. Avstralska løgreglan sigur við blaðið The Herald Sun, at neyðtøkurnar byrjaðu, tá gentan var 13 ára gomul, og at pápin hótti hana við at buka hana, um hon fór til løgregluna. Men í februar fór kvinnan [...] Victoria hevur tikið ein mann og skuldsett hann fyri at hava neyðtikið dóttur sína javnan ígjøgnum 30 ár. Kvinnan hevur átt fýra børn, og løgreglan sigur, at pápi hennara er pápi børnini. Øll fýra vóru fødd [...] kvinnan til løgregluna og meldaði pápan. Síðani hava DNA-kanningar prógvað, at hann er pápi børnini. Ræpttarmálið ímóti honum byrjar í november. Sambært The Herald Sun visti mamman einki.
Tað var tungt at draga, tá íslendski útróðrarmaðurin Magnús Emanúelsson var við línu í gjár. Ei undur í, tí tað vísti seg, at ein ovurstórur kalvi var á línuni. Hann var so tungur, at tað var ikki hugsingur [...] um at fáa hann inn í bárin, so Magnús noyddist at lata kalvan hanga uttanborðs, meðan hann sigldi til lands. Kalvin bleiv avreiddur til flakavirkið í Ólafsvík á Vesturlandinum, og tað vísti seg, at hann
Tummas Christophersen, útgerðarmaður, uttan at vilja koma nærri inn á, júst hvørjar ætlanir eru við bátunum. Seinastu tíðina hevur graml verið at hoyrt um, at báðir ísfiskatrolararnir skuldu verið endaliga [...] eina tíð nú, eru bátarnir ikki endaliga lagdir, sigur Tummas Christophersen, og sigur, at kanska verður meira at frætta seinni. [...] endaliga lagdir, tá tað ikki longur loysti seg at fiska við teimum. Báðir eru teir bygdir í 1961, og eru sostatt als ikki í nýggjara – og meira effektiva – partinum av flotanum. Men hóast bátarnir hava ligið
inntøkan hjá fólki er minkað, tí minni er at gera. -Vit hava tøkni og pengar til at útvega fólki nóg mikið at eta, men okkum tørvar sterkan politiskan vilja til at útrudda hungurin eina ferð med alla, sigur [...] og fíggjarkreppa hava havt við sær, at ein milliard og 20 milliónir fólk hava ov lítið til matna. Tað siga ST-felagsskapirnir FAO og WFP. Kreppurnar hava gjørt, at prísurin á matvørum er hækkaður nógv
Robert Gibbs, sigur við AP, at John Kerry hevur drúgvar royndir og hollan kunnleika, tá talan er um uttanríkispolitikk og veðurlagspolitikk, og at forsetin er fegin um at fáa góð ráð frá honum. Í síðstu [...] síðstu viku var John Kerry í Afghanistan, og hildið verður, at tað var hann, sum fekk Hamid Karzai, forseta at góðtaka eitt valumfar afturat fyri at fáa staðfest, hvønn afghanar vilja hava til forseta. John
ar halda, at lodnustovnurin í Barentshavinum er 3,7 milliónir tons, og tað er heldur minni enn metingin fyri einum ári síðani. Fiskifrøðingarnir siga, at væl av lodnu er komin undan, men at stovnurin veksur [...] og russisku fiskifrøðingarnir hava júst kannað lodnustovnin, og teir siga, at lítið er at síggja av ársgamlari lodnu, men at 2009-árgangurin tykist vera væl fyri. ICES kemur við sínum tilæmæli um lodnukvotuna
Danmark sýtti fyri at útflýggja kekenska andstøðupolitikaran Akhmed Sakajev. Lars Løkke Rasmussen sigur við DR, at hann hevur ikki biðið Russland um umbering, men at tað er umráðandi at hava góð viðurskifti [...] nú verður roynt at bøta um tey. Í sambandi við veðurlagsfundin í New York hitti Lars Løkke Rasmussen, forsætisráðharri, russiska forsetan, Dmitrij Medvedev, og har nýtti hann høvi til at bjóða Medvedev