Keita fekk videodóm fyri harðskap

B68 spældi tá móti Víkingi, og tað fekk øði í nógv fólk, at Keita ta einu ferðina undir dystinum sendi Sølva Vatnhamar í graslíkið við at sveiggja armin.

Dómarin í dystinum sá tó ikki hendingina, men Kappingarnevndin hjá FSF heitti á Aganevndina um at taka málið upp.

Aganevndin hevur út frá frágreiðing frá dómaranum, dómaraeygleiðaranum og út frá sjónbandaupptøkum hjá Kringvarpinum staðfest, at talan var um atburð, sum ikki sømir seg á fótbóltsvølli, og sum vildi verið sektaður, um dómarin hevði sæð hendingina.

Tí hevur Aganevndin gjørt av, at Keita verður leikbannaður komandi dystin hjá B68. Víðari verður sagt, at avgerðin ikki kann kærast.