Eisini ein Fritzl í Avstralia

Løgreglan í avstralska statinum Victoria hevur tikið ein mann og skuldsett hann fyri at hava neyðtikið dóttur sína javnan ígjøgnum 30 ár. Kvinnan hevur átt fýra børn, og løgreglan sigur, at pápi hennara er pápi børnini. Øll fýra vóru fødd við breki, og eitt teirra doyði.

Avstralska løgreglan sigur við blaðið The Herald Sun, at neyðtøkurnar byrjaðu, tá gentan var 13 ára gomul, og at pápin hótti hana við at buka hana, um hon fór til løgregluna.

Men í februar fór kvinnan til løgregluna og meldaði pápan. Síðani hava DNA-kanningar prógvað, at hann er pápi børnini. Ræpttarmálið ímóti honum byrjar í november.

Sambært The Herald Sun visti mamman einki.