Burn: Neistin vann á Team Klaksvík

Neistin er fjórðfremst í Burn mansdeildini

Savnsmynd frá 2025

Ein dystur er í kvøld leiktur í Burn mansdeildini.

 

Í KÍ-høllini tók Team Klaksvík móti Neistanum. Tað leikaði javnt á í fyrra hálvleiki, og í steðginum var støðan javnleikur 10-10. Neistin var omaná í seinna hálvleiki, og teir vunnu dystin 25-19.

 

Jónas Sólsker var við seks málum toppskjútti hjá Team Klaksvík. Kristian Jensen var við átta málum toppskjútti hjá Neistanum.

 

Neistin er nummar fýra í deildini við 12 stigum. Teir eru tvey stig frá Kyndli, ið er næstfremst við 14 stigum. H71 er greitt oddalið við 19 stigum. Team Klaksvík er aftast í deildini við bert einum stigi. 

 

HER ber til frá HSF at síggja dómaraseðilin frá dystinum millum Team Klaksvík og Neistan:

 

##med2##

 

Savnsmynd frá 2025