Seinastu árini hava viðurskiftini millum Danmark og Russland verið heldur kaldlig, men nú verður roynt at bøta um tey. Í sambandi við veðurlagsfundin í New York hitti Lars Løkke Rasmussen, forsætisráðharri, russiska forsetan, Dmitrij Medvedev, og har nýtti hann høvi til at bjóða Medvedev til Danmarkar á almenna vitjan í apríl næsta ár.
Viðurskiftini millum Danmark og Russland kølnaðu nógv í 2002, tá Danmark sýtti fyri at útflýggja kekenska andstøðupolitikaran Akhmed Sakajev.
Lars Løkke Rasmussen sigur við DR, at hann hevur ikki biðið Russland um umbering, men at tað er umráðandi at hava góð viðurskifti við russar, tí Russland kann fáa stóran týdning á veðurlagsráðstevnuni í Keypmannahavn í desember.