Sjúrðarraðið bleiv til málráð

Í gjár bað Løgtingið landsstýrið um at koma við lógaruppskoti um eitt málráð, ístaðin fyri at broyta stavraðið við løgtingslóg.

Tað var Sjúrður Skaale, ið hevði skotið upp at seta bókstavir sum Z,X og C inn í føroyska stavraðið, so at tað kom at líkjast tí latínska, sum verður nýtt kring næstan allan heimin.

Málið varð upprunaliga sent í mentanarnevndina, sum síðan hevur viðgjørt og broytt uppskotið.

Allir flokkar uttan Miðflokkurin tóku undir við broytingaruppskotinum hjá mentanarnevndini.

Sjúrður Skaale er sjálvur í mentanarnevndini, og hann tók undir við uppskotinum um málráð.

Málráðið skal hava myndugleika at taka avgerðir um málsligar spurningar, eitt nú um stavraðið.