Sjúkrakassaflytingar steðga av sær sjálvum

1. januar verður sjúkrakassarnir burtur, og tí skulu ikki fleiri flytingar gerast har. Bankarnir steðga sjálvir føstu flytingarnar - Í sambandi við, at sjúkrakassagjaldið 1. januar 2010 verður umlagt til sjúkratrygging umvegis skattin, verður gjørt vart við, at neyðugt er ikki hjá viðskiftafólki at biðja bankan steðga flyting við sjúkrakassagjaldi. Hetta hendir av sær sjálvum.

Hetta skrivar Føroya Banki á heimasíðu síni, og hinir bankarnar siga somuleiðis, at flytingarnar steðga av sær sjálvum.

Síðan tað í gjár komu frá heilsumálaráðnum, sum mælti fólki til at strika sjálvvirkandi flytingar til sjúkrakassarnar, hevur telefonstormur verið í bankunum, og nú boða teir altso frá, at flytingarnar verða steðgaðar av sær sjálvum.