John Kerry er hvørki ráðharri ella sendiharri, men kortini er hann vorðin óalmennur ráðgevi hjá Barack Obama, forseta, tá tað snýr seg um uttanríkispolitisk viðurskifti. Talsmaðurin hjá Hvítu Húsunum, Robert Gibbs, sigur við AP, at John Kerry hevur drúgvar royndir og hollan kunnleika, tá talan er um uttanríkispolitikk og veðurlagspolitikk, og at forsetin er fegin um at fáa góð ráð frá honum.
Í síðstu viku var John Kerry í Afghanistan, og hildið verður, at tað var hann, sum fekk Hamid Karzai, forseta at góðtaka eitt valumfar afturat fyri at fáa staðfest, hvønn afghanar vilja hava til forseta.
John Kerry er formaður í uttanríkispolitisku nevndini hjá Senatinum.