Norskir og russiskir fiskifrøðingar halda, at lodnustovnurin í Barentshavinum er 3,7 milliónir tons, og tað er heldur minni enn metingin fyri einum ári síðani. Fiskifrøðingarnir siga, at væl av lodnu er komin undan, men at stovnurin veksur ikki, tí nógv lodna endar sum føði hjá toskastovninum, sum er sera væl fyri.
Norsku og russisku fiskifrøðingarnir hava júst kannað lodnustovnin, og teir siga, at lítið er at síggja av ársgamlari lodnu, men at 2009-árgangurin tykist vera væl fyri.
ICES kemur við sínum tilæmæli um lodnukvotuna næsta ár í seinasta lagi 9. februar. Seinasta heyst settu norðmenn og russar kvotuna fyri árið í ár til 380.000 tons.










