Fekk stóran kalva

Tað var tungt at draga, tá íslendski útróðrarmaðurin Magnús Emanúelsson var við línu í gjár. Ei undur í, tí tað vísti seg, at ein ovurstórur kalvi var á línuni. Hann var so tungur, at tað var ikki hugsingur um at fáa hann inn í bárin, so Magnús noyddist at lata kalvan hanga uttanborðs, meðan hann sigldi til lands.

Kalvin bleiv avreiddur til flakavirkið í Ólafsvík á Vesturlandinum, og tað vísti seg, at hann vigaði 338 pund. Umframt tann stóra kalvan fekk Magnús ein minni kalva, sum vigaði 80 pund, og 2.000 pund av øðrum fiski.

Magnús Emmanúelsson rør einsamallur út við bátnum Manga á Búðum, skrivar Morgunblaðið