Ein milliard fólk hava ov lítið til matna

Tey seinastu fýrati árini hava tey svøltandi ongantíð verið so mong í tali sum nú. Talið er oman fyri eina milliard. Matvørukreppa og fíggjarkreppa hava havt við sær, at ein milliard og 20 milliónir fólk hava ov lítið til matna. Tað siga ST-felagsskapirnir FAO og WFP.

Kreppurnar hava gjørt, at prísurin á matvørum er hækkaður nógv og serliga í menningarlondunum, samstundis sum inntøkan hjá fólki er minkað, tí minni er at gera.

-Vit hava tøkni og pengar til at útvega fólki nóg mikið at eta, men okkum tørvar sterkan politiskan vilja til at útrudda hungurin eina ferð med alla, sigur aðalskrivarin í FAO, Jacques Diouf, við tíðindastovurnar.