nólsoyingar aftur hava hug at hugna sær saman, tí tá nátaveitsla var seint í september, var luttøkan eisini stór, upp móti 90 fólkum. Og tað má sigast at vera væl, tá hugsað verður um, at fólkatalið í bygdini [...] fer jólamánaðurin at nærkast so spakuliga, og tað merkir jólahugni. Jólatrøini verða so smátt um smátt tendrað og jólaborðhaldini fara so líðandi at byrja. Í Nólsoy hava tey valt at sláa sum mest saman [...] er fyrst og fremst, at manskórið skal framføra nakrar sangir á vegnum runt Ísland, og so hevur verið tosað um møguleikan fyri føroyskum dansi eisini. Enn ein møguleiki er fyri, at skipað verður fyri einum
koyrandi oman eftir Elm Street í Dealey Plaza, Dallas, Texas, var hann fjórði amerikanski forsetin, ið fall fyri drápsmanna kúlum. Hann var komin til Texas at vitja, fyri at gera eina roynd at halla olju [...] bilin, har Kennedy var staddur. Myndir vísa, at Jacqueline Kennedy er við at grulva upp á bakendan á bilinum, og seinni er komið fram, at hon helst hevur roynt at fingið fatur í einum parti av skøllinum, ið [...] í staðin fyri at koyra beint eftir Main Street. Kennedy var við miklari ferð koyrdur til Parkland Memorial Hospital, men tað stóð beinanvegin greitt, at har var einki at gera. Og eftir at ein jødiskur rabbai
Somuleiðis verður tað bíligari at vera borgari í Klaksvík næsta ár. Kommunuskattaprosentið lækkar úr 21,75 prosentum niður í 21,50 prosent næsta ár. Kommunan roknar við at fáa 163,5 milliónir krónur í inntøku [...] inntøku næsta ár. Næsta ár fer at kosta góðar 106 milliónir krónur at reka Klaksvíkar Kommunu, og harumframt skal kommunan gera íløgur fyri 36,7 milliónir krónur. Men skuldin hjá Klaksvíkar Kommunu er [...] kommunan hevur goldið skuld øll árini síðani. Orsøkin til gongdina er at finna í ítróttarhøllunum í býnum, sum kommunan noyddist at yvirtaka. Sambært roknskapinum hjá kommununi tyngir yvirtøkan av høllunum
gørn, síggja teir, at tey fyrstu gørnini byrja at søkka. Hetta merkti, at tað var komin ov nógv sild í gørnini. Tá kundi vera ringt at fáa tey aftur. Nú siga teir á Vørðuni frá, at nú byrja gørnini hjá [...] høvdu staðið eina heila nátt. Vit sluppu so undan at koma í hesa støðuna, takkað av, at teir søgdu frá. Tað var eisini ofta, at lítið var at fáa. Tá kundi vera fitt í gørnunum av einum lítlum fiski, sum varð [...] Eg haldi, at vit fóru avstað 3. mai. Eg minnist tað av tí, at tá var lembingin byrjað. Hetta var krosmessudagur, og tað var kavi nokk so langt oman í hagan. Eg hevði eina ær, sum var væntað at lemba tann
í deplinum aftaná vígsluna. Opið hús er í ungmannahúsinum Virkið á Sandi klokkan 20. Fólk vera biðin um at tekna seg á telefon nummar 261024 / Beinta ella 596911 / Tryggvi í seinasta lagið fríggjadagin [...] Sunnudagin 24. nov. fyllir Mortan Vang (vanliga nevndur Mortan í Geilini) í Hvalba 90 ár. Tey, ið ynskja at heilsa uppá hann, eru hjartaliga vælkomin á sambýlið í Hvalba, sunnudagin 24. nov í millum kl 13.00 [...] november fylti Elida Thomsen, Syðrugøtu 80 ár. Føðingardagurin verður hildin í Bygdarhúsinun í Leirvík tann 23. november kl. 14:00, við døguraborðhaldi. Øll eru vælkomin. 70 ára føðingardagur 1. desember
mín fór at undirvísa í lívfrøði og landalæru saman við Svenningi. Ongin barnagarður var tá, so eg spældi úti um dagarnar og rann oftani oman á skúlan at vitja. Har slapp eg onkuntíð at vera inni í onkrum [...] havt føroyskt sum fak ella lært at skriva føroyskt. Haldi ikki, at eg sigi ov nógv, tá eg haldi uppá, at Svenning legði henni so gott lag á at stava føroyskt og á mállæruna, at hon síðani hevur skrivað upp [...] nógv saman sum lærarar og við at gera undirvísingartilfar til lærugreinina lívfrøði. Eisini eftir at Realskúladeildin í Hoydølum varð niðurløgd, og Svenning flutti oman í Eysturskúlan, har hann gjørdist
tað hevði við sær, at svinghjólini fóru at oysa. Hetta hevði ta avleiðing, at magnetið í bensinmotorinum gjørdist vátt, og tá steðgar motorurin. Tá mátti magnetið turkast fyri at fáa motorin í gongd [...] eisini, um tað ikki hevði verið uppá sítt pláss at fara at hugsa um at fáa í lag eitt tryggingarfelag, fyri »installeringar«, opnar bátar. Blaðið metir, at tað eru einir 1.000 slíkir bátar. Nógv óhapp eru [...] Mikkjal at fáa vent bátinum inn frá boðanum, sum eydnaðist í síðstu stund. Róð bleiv síðani móti landi, hvar menn stóðu klárir at taka móti bátinum, lagt varð so at landi, og tað eydnaðist at bjarga øllum
Poulsen brotið upp úr nýggjum í Føroyum, har brúkiligt leir ikki er at finna í náttúruni. Kanska er tað júst henda óvanliga bakgrund, sum er atvoldin til, at hon ikki hevur verið ”tyngd” av sterku figurativu [...] framúrskarandi kenslu fyri tí, at mynda nútíðar huglag menniskjans við livandi, rúmkendum skapum. Við hesum vísir Guðrið Poulsen uttan at himprast, hvussu skulpturella leirlistin fullkomiliga er loyst [...] Poulsen abstraktur. Guðrið Poulsen er útbúgvið leirlistafólk við tí yrkisførleika, men eisini við teirri avmarking, henda sterka siðvenjan gevur. Leirlistayrkið hevur hon tikið til sín og kennir seg
ikki hevði sæð fyrr. Hann segði altíð : “gev tær góða tíð at ganga oman, so neytini kunnu fáa sær at eta á veg oman í bygdina”. Hann visti , at eg fór spakuliga um, og var tolin við neytini. Ein gjørdist [...] við Jákup Paula úr Fuglafirði. Jógvan á Hellinum dámdi so væl í Dali, at hann kom aftur at ferðast so at siga á hvørjun ári aftaná at kirkjan var liðug. Jens Ludvík og Leonia vòru bæði góð við Kirkjuna, [...] Eg mundi vera fyrsu ferð í Dali 1974, at vitja systur, og her kom eg til at kenna hesu hjúnini í Stórhúsi, síðani tá havi eg verið nógv í Dali, tá vóru fleiri børn í bygdini sum eg kom skjótt at kenna,
hildu vit, at rættast hevði verið at lagt eitt prosent oman yvir skattin aftrat. Mortan Højgaard heldur, at besta íløgan, sum ein kommuna kann gera, er at gjalda niður skuld. - Eg haldi tað vera ábyrgdarleyst [...] samd um, at neyðugt er at hækka skattin við einum prosenti. Mortan Højgaard var at enda hin einasti bygdaráðslimurin í Nes kommunu, sum atkvøddi blankt, tá tað vísti seg, at skattaprosentið fór at vera [...] 5. Hann vísir á, at skuldin hjá Nes kommunu nú nærkast loftinum, sum er ein álíkning, og tí heldur hann, at rættast hevði verið at lagt eitt prosent oman yvir skattin aftrat - fyri at goldið niður skuld