Nes kommuna nærkast loftinum

Mortan Højgaard, bygdaráðslimur í Nes kommunu, heldur, at besta íløga, ein kommuna kann gera, er at gjalda niður skuld.

- Vit vóru tríggir í bygdaráðnum, sum hildu, at skilabest hevði verið at goldið niður skuld, nú kommunan nærkast loftinum til eina álíkning í skuld, samstundis sum arbeiði liggja á láni.

 

Tað sigur Mortan Højgaard, bygdaráðslimur í Nes kommunu, sum ikki vildi taka undir við, at skattaprosentið í Nes kommunu verður óbroytt í 2014, nevniliga 20,5 prosent.


Tá bygdaráðið í Nes kommunu við­gjørdi fíggjarætlanina fyri 2014, vóru tað tríggir bygda­ráðs­limir, sum mæltu til at hækka skattaprosentið við einum prosenti - úr 20,5 upp í 21,5 prosent. Teir, sum vildu hækka skatt­in hjá borgarunum, vóru Mortan Høj­gaard, Jákup Olsen og Niclas David­sen, sum allir eru nývaldir í bygda­ráðið.

 

- Vit høvdu ein arbeiðsfund við Gjógv og soleiðis, sum vit skiltu meiningarnar tá, vóru fleiri enn vit tríggir samd um, at neyðugt er at hækka skatt­in við einum prosenti.

 

Mortan Høj­gaard var at enda hin einasti bygdaráðslimurin í Nes kommunu, sum atkvøddi blankt, tá tað vísti seg, at skatta­prosentið fór at vera óbroytt, 20,5.

 

Hann vísir á, at skuldin hjá Nes kommunu nú nærkast loftinum, sum er ein álíkning, og tí heldur hann, at rættast hevði verið at lagt eitt prosent oman yvir skatt­in aftrat - fyri at goldið niðu­r skuld.

 

- Vit hava íløgur, sum liggja á láni. Atløgusíða er bygd við nýggju saltgoymsluna, men enn er eftir at asfaltera økið.

 

Bygdaráðslimurin vísir eisini á, at spillivatnsætlanin, sum skal fullførast, krev­ur eisini nógv, og í nýgg­ja barnagarðinum á Svanga­skarði er einki gjørt í kjallara­hæddi­ni.

 

- Samstundis, sum vit soleiðis hava arbeiðir, ið liggja á láni, nærkast vit lofti­num, og tí hildu vit, at rættast hevði verið at lagt eitt prosent oman yvir skatt­in aftrat.

 

Mortan Højgaard heldur, at besta íløgan, sum ein kommuna kann gera, er at gja­l­da niður skuld.

 

- Eg haldi tað vera ábyrgd­ar­leyst av meirilutanum ikki at vilja leggja hetta eina prosentið oman á skattin, sig­ur bygdaráðslimurin í Nes kommunu.