Hugleiðing um Stórhús

Nú, ið Leonia rundar tey 90, vil eg við hesi hugleiðing ynskja henni hjartaliga tillukku. Hon er nú búsitandi á Gerðisgarði í Skálavík.

Hjúnini Jens Ludvík og Leonia vóru bæði dalbingar í fleiri ættarlið. Stórhús og Hvanngarðurin vóru granna­hús. Jens Ludvík mintist væl tann dagin , Leonia var fødd. Hann var 6 ára gamal, tey drupu gásarungar tann dagin, sum var 15 november 1923. Hon var dóttir Sunn­evu og Nicláa Larsen á Hvann­garðinum.
Leonia er elst av teim­um 8 systkjunum á Hvann­garð­inum. Aftan á hana komu tvíburðarnir Kjartan og Hilmar føddir 29 oktober 1925. Tá hon var 5 ár, doyði pápin av vanlukku.Mamman giftist uppaftur og fekk 5 børn í seinnu giftu.
Tá Leonia var 15 ára gom­­ul fór hon út at tæna, fyrst til Húsavíkar, so til Skálavíkar og síðan suður á Tvøroyri til Marionnu og Tor­vald Joen­sen, foreldrini hjá H.D. Joensen gamla lands­lækn­anum. Torvald hevði verið lærari í Húsavík og í Dali .
Jens Ludvík Johannesen føddur 11 apríl 1918, son­ur Beda og Súsannu Jo­hannesen. Hann fór til skips 16 ára gamal. Hann sigur frá einum túri í Grønlandi við ,,Gurun Zoegu,, Kristian Sivertsen við Gjógv var skipari. Úrtøkan tað árið var býtt javnt í millum menninar, og tað vóru 208 kr í part. ,,Tá kríggið kom, slapst ikki avstað aftur,, sigur Jens Ludvík ,,tá skuldi maður vera heppin og helst kenna onkran fyri at fáa kjans. Men teir,sum sluppu avstað, fingu nógv burturúr.Eftir krígslok fór hann við Albert Victor og fekk størri úrtøku í tveir túrar, enn allar hinar tilsaman, ið hann hevði verið á sjónum . Nógv korn var velt í Dali undir krígnum. Dalur var gott kornpláss, serliga norðari bøurin, har sólin stendur á, og sodnhúsini vóru fleiri. Seinasta kornið varð velt í 1948 .
Leonia og Jens Ludvík giftist 11. januar 1948, tey bú­settust í Stórhúsi. Hon hevði tá verið heima í eina tíð og hjálpt mammuni við teimun yngru systkjunum. Jens Ludvík og Leonia fingu tveir synir. Jóannes føddur 21 mai 1951, giftur við Oddvør Jacobsen úr Haraldssundi. Yngri sonurin Tórur, fødd­ur 19 mars 1956, giftist við Bergittu. Tey búgva í Fuglebjerg á Sælandi, haðani hon er ættað.
Jens Ludvík legðist tíðliga uppá land, og fór at arbeiða fyrifallandi arbeiði í bygdini. Hann tók sær av jørðini, sum var í húsinum og tað gekk hann høgt uppí: Tey høvdu fýra neyt í fjósinum.
Kirkjan, ið er bygd í 1957, sæst úr køksvindeyganum í Stórhúsi. Áðrenn Dalur fekk kirkju máttu tey til gongu til Húsavíkar. Saman við Skarvanesi var Dalur uppi í Húsavíkar kirkjusókn til 1957. Undir Vørðuni gingu dal­bingar heim til Húsavíkar til messu. Undir Vørðuni gingu brúðarpørini við fylgi. Har komu tey berandi dóps­børnini. Og her bóru tey kist­urnar heim í kirkjugarðin í Húsavík, eisini var hetta leiðin til handils. Leonia sig­ur frá, at hon sjálv helt á yngra soninum, tá hann í 1956 var doyptur í Húsavíkar kirkju, og hann var seinasta barnið í Dali, sum doypt er í Húsavík.
Kirkjan í Dali er sera vøkur og snotilig kirkja. Alt er føroyskt handverk. Malvina Clementsen úr Húsavík, fødd 13 mars 1895, deyð 12 juli 1985 var lærarinna í tíðar­skeiðinum 1949- 62, í Dali og Skarvanesi. Hon stóð, saman við øðrum, fyri arbeiðinum at fáa kirkjuna bygda. Um hesa tíðina vóru nógvir fuglfirðingar í Dali. Altarringurin er smíðaður á Meka í Fuglafirið. Elias á Skipanesi og Jógvan av Hellunum búðu í Stórhúsi. Jógvan málaði kirkjuna saman við Jákup Paula úr Fuglafirði. Jógvan á Hellinum dámdi so væl í Dali, at hann kom aftur at ferðast so at siga á hvørjun ári aftaná at kirkjan var liðug. Jens Ludvík og Leonia vòru bæði góð við Kirkjuna, og vóru hvønn sunnudag í kirkju tá tey vóru í bygdini.Tey vóru eisini góð við dansin, tað var so sjálvsagt fyri tey, at kristnilív og føroyski dansurin gingu hond í hond.
Nú vit eru við dansin skal man siga eitt sindur um hann. Jens Ludvík og bróðir hansara Johannes kvóðu longu sum óvitar, og tá ið teir vóru á kvørnuni og mólu korn, kvóðu ella sungu teir altíð, og tá var ikki sjáldan, at fólk steðgaðu og lýddu á uttanfyri. Tiltikið er á einari komediu í Skopun, har teir, uml.20 ára gamlir kvóðu Regin Smið, og dansurin gjørdist so góður, at teir hildu á við Brynhildar tátti. At enda tóku aðrir við og kvóðu Høgna tátt eisini. Johannes futti til Klaksvíkar, men Jens Ludvík kvað nógv í Dali. Hann dugdi nógv, bæði kvæði og vísur. Best dámdi honum Guttorms vísu, tí hana hevði hann lært frá mammu síni, sum doyði á heysti í 1932, bert 39 ár gomul. Hon æt Súsanna og var úr húsinum Oyragarði.Hann lærdi seg Runtsivalstríðið úr bókini hjá Jóannesi Patursson. Tað var væl longri enn tann upp­skriftini, ið var vanlig í Dali, men honum dámdi hana betri, tí søgan var so fløkt í gomlu uppskriftini, Tey kvæði, sum honum dámdi væl at skipa, vóru Eingríms synir, Jøkils kvæði, Álvins táttur, ( 2, tátt í Hábars Kvæði), men hann skipaði eisini vísur m.a. Hjalmar og Huldu. Jens Ludvík var tiltikin fyri gott kvæðalag.
Her vil eg siga frá einum minni um dans í Dali. Eitt vikuskifti skuldi verða ein veitsla í Eiriksgarið, ártalið minnist eg ikki, men eg mundi vera 8-9 ár tá. Tað var Dansifelagið í Havn, sum varð boðið suður til hesa veitsluna. Eg bleiv ikki leingi uppi, men eg svav í Stórhúsi. Um 4-5 tíðina um morgunin vaknaði eg av fólkapráti í køkinum. Har mundu vera eini 10 fólk, sum vórðu boðin inn. Eg fór upp og niður í køkin, tá segði Leonia ,,Hygg nú kemur Andrass beiggin ,, hettar segði hon altíð, tá ið eg kom til teirra, men so fóru tey at kvøða eitt ørindi úr Falka rímuni, ,,Nú er Andrass komin nú hava tit meg her,, Hetta situr mær fast í minni.
Inni í Stórhúsi er ein gam­al komfýrur, sum er 100 ár, Leonia og Jens Ludvík fóru væl um henda gamla kom­fýrin, som hitaði teimun køk­in og meir enn tað , so stórur sum hann er við trim­um eldholum. Tað er so hugaligt og nossligt inni. Tey brendu torv og torvið gav ein serliga góðan lukt. Á hesum komfýrinum gjørdi Leonia góðar drýlar og breyð, tað varð ofta sitið og ligið uppi á komfýrinum, tá hann var flógvur, helst tá tað var kalt úti, hesin komfýrur er sum nýggjur í dag. Nú eg nevndi komfýrin at brenna torv í, vil eg siga eitt sindur um torvarbeiði, sum var gjørt tá torvið var skorið. Vanliga síðst í mai varð farið undir at skera torv. Torvarbeiðið fór fram í fleiri stigum. Fyrst var at skera torvið, síðan at bera burtur,reisa ella seta upp, misskifta,koyra saman í eldar, og at enda fáa torvið til hús. Smærri torvgravir nevndu tey torveygu. Flag og annar avgrevstur var lagdur afturí aftur, so hvørt sum torvið varð skorið og vatn varð veitt burtur.
Eg mundi vera fyrsu ferð í Dali 1974, at vitja systur, og her kom eg til at kenna hesu hjúnini í Stórhúsi, síð­ani tá havi eg verið nógv í Dali, tá vóru fleiri børn í bygdini sum eg kom skjótt at kenna, og sum heild kom eg at kenna alla Dalsbygd, man var har suðuri í Dali so ofta sum man kundi. Tá í 70-unum vóru fleiri børn í Dali. Tey tóku væl ímóti mær og høvdu meg við í spælinum á skúlatúninum. Teimum vil eg eisini her takka fyri ta deiligu tíðina, eg havi verið í Dali. Dalur hevur nógv góð minni fyri meg, og tí kalli eg hana fyri mína aðru heimbygd.
Ja, at koma til Sandoynna er nakað serstakt,ein sera vøkur oyggj. At koma til Skop­unar og koyra við bussi eystur til Dals er hug­takandi. Tá so bussurin koyr­ir gjøgnum bergið, har veg­urin er so smalur, at man sær niður yvir tað bláa havið, og tað brøttu líðina. Í lundatíðini kemur tað fyri, at man kann síggja lundar flúgva fram við bussinum.Tá vit koma til Hamarsenda og síggja Dalin liggja niðanfyri okkum, er tað fyrsta, sum eg hyggi eftir Stórhús. At síggja roykin úr skorsteinuinum fara upp í luftina var nakað heilt serligt. Bussurin steðg­aði í skúlatúninum og so til gongu Millum Garðarnar, móti portrinum inn í túnið, har hjúnini bæði komu í móti okkum at ynskja okk­um vælkomin, síðan inn í gong­ina og inn í køkin har kom­fýrurin var heitur, har torv var brennið. Jú, man var komin til heilt aðra verð, sum man ikki hevði sæð fyrr, har hoyrdi man væl neytini sum stóðu í fjósinum, tí tað var bara ein veggur við breiðun fjalum fyri, so hettar vandi eg meg við, Eina kettu høvdu tey eisini, og ein hund, sum lá í bóli undir bonkinum. Bonkar­endin varð kallaður abbasa krókur. Í einum húsi við síðuna av stóð ein hestur, sum kallaðist Brúni.Jens Ludvík brúkti hestin við vogni. til at koyra gras í brunnin Mær dámdi væl at fylla vognin , og tá vit so komu til brunnin bað Jens Ludvík meg fara í brunnin at traðka grasið niður, so tað bleiv fastari úti við veggin.Hetta helt eg vera sera stuttligt. Jens Ludvík og Leonia høvdu gott tol við mær. Tá kvøldið kom, og vit vóru lidnir at fylla brunn, bað hann meg fara eftir neytunum, sum lógu uppi í trøðni.Her lærdi eg at fáast við el-hegnið, sum eg ikki hevði sæð fyrr. Hann segði altíð : “gev tær góða tíð at ganga oman, so neytini kunnu fáa sær at eta á veg oman í bygdina”. Hann visti , at eg fór spakuliga um, og var tolin við neytini. Ein gjørdist góður við hesu kríatúrini, ja, eg bleiv væl við hesa vøkru bygdina og tey, sum eg kom saman við. Her sá eg, at eg kom at trívast í millum bydarfólki. At arbeiða saman við eldri fólkum, sum ikki høvdu so nógvan skund, hevur gjørt meg so frægan, sum eg eri í dag.
Stórhúsfólkini vóru góð við meg. Leonia vask­aði skúlan og áðrenn olju­fýr­ing kom, kykaði hon hvønn morgun, so at tað var heitt hjá børnum og lærara at koma í skúla. Eisini hevði hon sunnu­dags­skúla í fleiri ár. Annars sták­aðist hon inni, og henni dámdi sera væl at hava band­upp­­takaran frá við góðun, goml­um norskun fólka­musikki. So við og við kom eg eisini at dáma hend­an mu­sikkin. Jú, tað var stak hugna­ligt at vera saman við teim­um, og í Stór­hús kom ofta nógv fólk inn at heilsa uppa hjúnini, bæði før­oy­­ingar og útlendingar.Tá gekk prátið bæði um leyst og fast.
Áðrenn eg endi hesa hug­leiðing, vil eg nevna Klæmint á Fjallinum av Skarvanesi. Hann hjálpti okkum nógv at koyra gras til brunnin, tá ið á stóð. Hesturin bleiv gamal, og tá eingin hestur var meira, fingu vit Klæmint at koyra. Hann hevði ein lítlan bil við last og var ein sera fittur maður at koma saman við, prátaði nógv, og visti eisini nógv at fortelja.
Nú eru bæði Jens Ludvík og Klæmint farnir, friður veri við minninum um teir báðar.
Eg vil enda hesa hug­leið­ing við 2. versi úr Mær halda Harrans hendur, sum er ein sálmur,sum Leoniu dámdi so væl.

Mær halda Harrans hend­ur,
hvat so skal møta mær,
hvørt víkur ella vendir,
er Harri mín mær nær.
Um so í sorgar dali
tað veit mær illa við,
úr himna høga sali
hann vil mær veita lið
-----
Andrass Jacobsen, Haraldssund