Svenning slóknaður

Ein hollur, heilur og nærlagdur felagi er slóknaður. Hevur veitt sín seinasta stuðul, lærdóm og síni seinastu ráð. Og hevur talað og skrivað síni seinastu orð.

Týsdagin 5. november 2013 andaðist Svenning Tausen, 77 ára gamal.
Neyvan nakar, sum kom at kenna Svenning og at hava samband við hann, hev­ur nakrantíð gloymt tað. Hann setti síni djúpu spor á alt, sum hann fekst við. Og hann legði okkurt heilt ser­stakt eftir seg hjá øllum, sum untust at vera saman við honum í hansara so sera virkna lívi. Sum persónur, sum fakmaður, sum lærari og leiðari – og sum íblásari og undangongufólk á so mong­um økjum. Tað var eins og djúptøkni, mentan, virðing og hjartarúmd støðugt lýstu kring hendan sjáldsama hov­bingin, ið kundi síggja so álvar­samur út og tykjast strang­ur. Men sum í medferð og framferð var so opin, stuðlandi og skemti­ligur – ja, eitt satt góðdýr.
---
Sjálvur minnist eg væl, tá ið eg fyrstu ferð kom í samband við Svenning. Havi verið 6-7 ára gamal, og var ikki farin í skúla. Svenning var tá lær­ari á Realskúladeildini í Hoy­dølum, har mamma mín fór at undirvísa í lív­frøði og landalæru saman við Svenningi. Ongin barna­garð­ur var tá, so eg spældi úti um dagarnar og rann oft­ani oman á skúlan at vitja. Har slapp eg onkuntíð at vera inni í onkrum tíma, og sat undir hvørjum orði. Í fyrstuni ræddist eg Svenn­ing eitt sindur, tí hann sá rætti­liga strangur út. Men tað var beinan­vegin, tá hann fór at práta og vísti mær ans, at eg gjørdist hugtikin av hansara søgum og serstaka málburði, og gjørdist góður við mannin.
Slapp enntá við á eina floksútferð til Suðuroyar, sum mamma og Svenning fóru við einum realskúlaflokki. Har vóru vit m.a. og hugdu at stabbagrótinum í Froðba og royðulindini eystan­fyri Hvalba undir berg­hols­­munnanum til Sand­víkar. Og so vóru vit í Hvannhaga, har Svenning var royndur ferða­leiðari. Har oysti hann av sínum kunn­leika um landa­­frøðina, plantu­vøkst­ur­in, fugla- og djóralívið – og sjálv­sagt av søgum og sagn­um úr Suðuroynni.
Havi ongantíð gloymt tað, og hugsi javnan um hesa upp­living, tá ið eg hoyri hesar reglur úr yrkingini, “Landið eg bar við mær”:

Landið! Fjøll og strendur,
ber og veðurbrýnd,
og líðir, dalar við so grønum yndi,
og fólkið – fjøld av ættarliðum týnd –
á tíðarhavi skapaðu mítt lyndi.
---

Mamma mín og Svenning starv­aðust nógv saman sum lærarar og við at gera undir­vísingartilfar til læru­grein­ina lívfrøði. Eisini eftir at Realskúladeildin í Hoy­dølum varð niðurløgd, og Svenn­ing flutti oman í Eystur­skúlan, har hann gjørd­ist vara­skúla­stjóri, meðan mamma undir­vísti á Stu­denta­skúl­an­um og HF-skeiðunum, ið byrjaðu kring landið. Og her finst eitt at teimum mongu prógvunum um, hvussu góð­ur lærari Svenning var í føroyskum. Mamma er upp­vaksin í Keypmannahavn hjá før­oyskum foreldrum og dugdi sjálvsagt at tosa før­oyskt. Hon hevði tó ongantíð gingið í føroyskum skúla og havt føroyskt sum fak ella lært at skriva føroyskt. Haldi ikki, at eg sigi ov nógv, tá eg haldi uppá, at Svenning legði henni so gott lag á at stava føroyskt og á mállæruna, at hon síðani hevur skrivað upp í leypar av tilfari á góðum og løttum – og rætt stavaðum – føroyskum máli. Hetta veit eg, at hon hevur verið Svenningi sera takksom fyri.
---
Og á sama hátt hava so ómeta­liga mong kent tað sama frá Svenningi. Næmingar, lær­a­rar, rithøvundar, stovn­ar, handlar, fyritøkur, bókaút­gevarar, tíðindafólk, gransk­arar, lesarar – ja, samfelagið og tjóðin øll.
Svenning brendi fyri máli og menning, væl stuðlaður av konuni, Amy, ið hevði somu hugsan og drívmegi. Og hann var altíð við tí góða orðinum. Teirri stillføru leiðbeiningini. Og tí hjálpandi hondini. Fak­liga væl grundaður og dygt kjølfestur í tí margfeldi, tí ymisk­leika og teimum brigd­um millum fólkið kring alt landið, sum støðugt hava skap­að og ment tað fjøl­tátt­aða føroyska málið.
Tað eru fáar útgávur sein­astu hálvu øldina. Fá fólk og forløg. Fáar fyritøkur og stovnar, sum hava staðið við málsligum avbjóðingum og spurningum. Og fáir miðlar, sum ikki Svenning hevur havt penn ella orð, ella hond, ella ráð, ella knappaborð á. Harafturat gav hann egnar lærubøkur út. Tíbetur gav Sprotin eisini út bókina “Orð og orðað”, eftir Svenning, har stórur partur av teimum tekstum og leiðbeiningum eru savnað, sum hann hevði skrivað – serliga til miðlafólk og onnur, ið skulu samskifta í almenna rúminum.
Lítillátin og stuðlandi, sum Svenning var, ber neyvan til at geva okkum fult far um, hvussu stóran týdning Svenning hevur havt fyri menningina hjá føroyskum máli og mentan. Men her er talan um stórverk og lísverk, sum fáur kann endurtaka.
---
Svenning fekk tó eisini ákoyr­ingar og fekk sett spjaldur á seg fyri sítt málstrev og sítt dygga arbeiði. Sum støðan hevur verið, síðani føroyskt málstrev tók seg upp, hevur eisini verið javnan verið roynt at gera arbeiðið hjá Svenningi og øðrum til ein trupulleika ella eina avmarking fyri før­oyskt mál. Ja, onkur hevur enntá roynt at sett spjaldur á málstarvið hjá Svenningi sum “útihýsandi”, “gamaldags” ella “heimføðisligt”. Eftir mínum tykki er tað júst øvut.
Svenning kærdi seg tó ikki um ákoyringarnar ella hevði nakran hug at leypa á onnur. Hann hevði ta grund­hugsjón, at føroyska málið skal støðugt mennast sum eitt fullfígjað, tíðarbært, sam­felagsbært og livandi mál. Eitt mál, sum skal eiga sess á øllum rongum í einum nútímans samfelag – og ikki bert á summum rongum, so­leiðis sum søgan hevur verið higartil. Og hann bygdi á, at føroyska málið í øllum sínum brigdum, bendingum, bygnaði, smálutum, munum og hugtøkum kann hýsa heiminum. Heiminum sum alt, ið er og livir og broytist og skapast á jarðarknøttinum, bæði her heima og kring okk­um.
Ella sum framhaldið í yrkingini sigur:

Á hesum lendi gróðursett mín sál,
skal menna seg og mátt úr bókum súgva,
í lívsins bjargalendi søkja mál,
so djarvt sum orð og mannahugsan flúgva.

Hugsjónin er hvørki “úti­hýs­andi” ella “gamaldags” ella “heimføðislig”. Tað at menna føroyskt mál sum eitt javnsett mál í heiminum, tekur ikki nakað frá nøkrum, ella hóttir nakran ella setur niður á nakað annað mál. Tað ger bara okkum øll rík­ari, og lærir okkum betur onnur mál og at taka heimin til okkara. Talan er bert um nýggjar møguleikar og menn­ing, sum sjálvsagt krevja arbeiði og stríð – og sum bert gerast veruleikar, um fólk taka tað til sín og tað gerst livandi í okkara sam­skifti og hugaheimi. Her er ongin niðurgerð ella nakar tvingsil. Hendan hugsjónin byggir á, at heimurin er saman­settur av ymiskleika og fjøl­broyttum mentanum, ið hava sama rætt at menna seg og liva. Ikki á “yvir- og undir­mál”.
---

Hóast eg gekk á framhalds­deild í Eysturskúlanum, var eg ikki so heppin at fáa Svenn­ing til lærara hesi árini. Men eg kom at starvast undir hansara leiðslu eitt ár, tá eg fekk starv sum óútbúgvin lærari á Eysturskúlanum. Har var hann tann virdi og fjálgi leiðbeinarin og hjálparin hjá lærarunum – og ikki minst hjá mær, sum skuldi undir­vísa á framhaldsdeildini og føra flokkar upp til próv­tøkur í Fráfaringarroynd Fólka­skúlans. Tann lærdómin og tær royndirnar eri eg hon­um sera takksamur fyri. Eisini var tað lívsjáttandi at uppliva Svenning á lær­ara­stovuni við síni at tykjast smædnu medferð, men sera skemtingarsama lyndi, sum var úr hovskum bergi brotið.
Mær rennur til hugs ein dagin á lærarastovuni, har vit sótu og lurtaðu eftir tíð­ind­unum á døgurða í Út­varpinum. Eini tíðindi, sum vórðu lisin hendan dagin, vóru um ein skottilburð í ein­um stórbýi, har ein maður hevði skotið eftir fólki á gøt­uni, men var sloppin til rým­ingar. Men sambært Út­varpinum, so høvdu fleiri vitni “bitið merki í ein ávís­an mann”, sum helst var gern­ingsmaðurin. Tá lat úr Svenn­ingi: “ Ja, so var kanska ikki løgið, at hann fór at skjóta, tá so mong høvdu bitið merki í hann.”
---
Svenning stuðlaði virkið hugsjónini um einar fræls­ar Føroyar, og at vit skulu gerast javnsett tjóð millum aðrar í heiminum. Eisini her var hann altíð við tí góða orðinum og gav stuðul og íblástur – eisini tá aldurnar leik­aðu harðast á politiska hav­inum. Vit í Tjóðveldi eru sera fegin um tann stuð­ul hann veitti. Og vit eru takksom fyri, at tað eydn­aðist Svenningi at lesa rætt­lestur til fyrsta bindið av søguni um Tjóðveldisflokkin, sum verður givin út á græk­arismessu komandi ár.
Vit senda okkara djúpastu samkenslukvøður til Amy, Magnus, Duritu, abbabørnini og verfólk.
Svenning er slóknaður. Men hann tendraði so mong ljós á síni leið, at tey fara at kveikja og lýsa á so mongum økjum – í ókomnum árum og hjá nýggjum ættarliðum.
.......
Høgni Hoydal