Draga framvegis á bæði borð

Tað er í dag líka stór ósemja sum í 1963 um, hvør tað var, ið myrdi John Fitzgerald Kennedy. Tað eru framvegis nógvir Gerald Posner og nógvir Harold Weismann, og spurningurin er, um allur sannleikin nakrantíð kemur fram

Tá J. F. Kennedy varð myrdur 22. november 1963 klokkan 12.30, koyrandi oman eftir Elm Street í Dealey Plaza, Dallas, Texas, var hann fjórði amerikanski forsetin, ið fall fyri drápsmanna kúlum.
Hann var komin til Texas at vitja, fyri at gera eina roynd at halla olju á vatnið í stríðnum millum konservativu og liberalu kreftirnar í demokratiska flokkinum.
Hann var komin til Fort Worth seint seinnapartin 21. november, og helt so leiðina fram morgunin eftir. Komnir fram móti down-town koyrur bilafylgið eftir Main Street, snara síðani til høgru inn á Houston Street áðrenn snarað varður aftur til vinstru og byrja at koyra oman eftir Elm Street.
Komnir nakað oman eftir Elm Street, nærkandi jarnbreytarbrúnni, ljóðað brádliga nøkur skot, og John F. Kennedy fellur saman, deyðiliga særdur.
Ein einasti Secret Service agentur reagerar, og leypir av follow-up bilinum og rennur fram til bilin, har Kennedy var staddur. Myndir vísa, at Jacqueline Kennedy er við at grulva upp á bakendan á bilinum, og seinni er komið fram, at hon helst hevur roynt at fingið fatur í einum parti av skøllinum, ið varð skotin av høvdinum á Kennedy.
Hesin parturin av skøllinum er nevndur The Harper fragment, at tí hann seinni var funnin av tí lesandi Billy Harper.
Sjálvt morðið varð upptikin av fleiri filmsamatørum, men besta upptøkan var gjørd av møbulsnikkaranum, Abraham Zapruter. Hon vísir forsetalimosinan koyra oman eftir Elm Street, tíverri goymd handan eitt vegskelti, tá fyrsta skotið fellur, men í fríum sýni, tá fatala skotið rakar Kennedy.

Klossut politi
Tað hava verið nógvar teoriir settar fram líka síðani. Spurningurin, hví limousinan slakaði av, tá fyrsta skotið var fallið. Hví eina ruta var vald við so nógvum snaringum í staðin fyri at koyra beint eftir Main Street.
Kennedy var við miklari ferð koyrdur til Parkland Memorial Hospital, men tað stóð beinanvegin greitt, at har var einki at gera. Og eftir at ein jødiskur rabbai hevði givið honum seinastu salvingina, var Kennedy sagdur deyður at vera klokkan 13.00.
Spurningurin var so, hvør hevði gjørt ta skemdargerð at myrða heimsins mest maktfulla mann.
Tað gekk tó óvanliga skjótt at finna fram til tann seka. Klokkan 13.45 var Lee Harvey Oswald handtikin í Texas Theatre.
Umleið klokkan 13.15 bleiv ein Dallas politistur skotin og myrdur á krossinum East 10th Street og North Patton Avenue, ið er eitt bústaðarøki í Dallas.
Óvist er, hví upptøkur vísa, at Jefferson Davies Tippit fekk boð um at verða verandi í friðarliga Oak Cliff økinum, tá allir aðrir politistar í Dallas fingu boð um at søkja til Dealey Plaza.
Eitt annað stórt loyndarmál var, hví einki sást aftur til avhoyringarnar, sum Dallas politiið gjørdi av Lee Harvey Oswald. Ikki ein einasti minuttur var tikin upp, einki pennastrok. Einki skrásett prógv.
Í heila tikið má sigast, at politistyrkin í Dallas útmerkaði seg í dugnaloysi, ikki minst tá trygdin var so mikið vánalig, tá Oswald sunnudagin klokkan 11.21 skuldi flytast frá politifongslinum til statsfongslið, at Jack Ruby - ein náttklubbaeigari - púra ótarnaður kundi skjóta og myrða Lee Harvey Oswald inni á politistøðini.

Warren og HSCA
Lyndon Johnson gjørdi skjótt av, tá hann varnaðist, at myndugleikarnir í Texas ætlaðu at seta eina kanningarnevnd at kanna morðið á Kennedy, og setti sína egnu nevnd.
The Presidents Commission on the Assassination of President Kennedy, gjørdist almenna heitið á nevndini, sum millum manna kortini fekk heitið Warren nevndin, eftir formanninum, Earl Warren, hægstarættar forseta.
Nevndin arbeiddi í 10 mánaðar, og kom til júst somu niðurstøðu, sum FBI kom til eftir trimum mánaðum. Og tann niðurstøðan var, at Lee Harvey Oswald skjeyt og myrdi John F. Kennedy, og at hann var einsamallur um ógerðina.
Limirnir í Warren nevndini vóru Earl Warren, Richard Russel, senatorur, D, John Sherman Cooper, senatorur, R, Hale Boggs, umboðsráðið, D, Gerald Ford, umboðsráðið, R, Allan Welsh Dulles, fyrrverandi CIA-ovasti og John J. McCloy, fyrrverandi forseti í Alheims bankanum.
Í 1976 avgjørdi senatið, at seta eina nýggja nevnd at kanna málið um morðið á John F. Kennedy, og at kanna morðið á Martin Luther King, ið var myrdur 4. apríl 1968.
House Select Committee on Assassination kom við sínari niðurstøðu í 1977, og hon bendi frá niðurstøðuni hjá Warren nevndini í einum avgerandi punkti. Hon staðfesti nevniliga, at talan var um meira enn ein skjútta, og harvið var eisini talan um eina samansvørjing.
Hinvegin gjørdi HSCA av, at tað var Lee Harvey Oswald, ið skjeyt avgerandi og drepandi skotið.

Hvønn veg fara vit
Býtið millum tey Warren trúgvu og konspiratiónsteoretikararnar er 25 til 75, og av og á koma bøkur sum Case Closed hjá Gerald Posner, ið bara endurtaka niðurstøðuna hjá Warren nevndini.
Hópurin av konspiratiónsbókum er munandi størri, og kanningar vísa framvegis at meginparturin av amerikanarum framvegis halda, at Kennedy varð myrdur sum úrslit av einari samansvørjing.
Ein nýggj og áhugaverd bók er »Files on JFK«, ið byggir á samrøður, ið Wim Dankbaar hevur havt við James E. Files, ið viðgongur, at hann var loyniligi skjúttin á Grasy Knoll. Bókin er gjørd í samstarvi við kenda Kennedy granskaran, Jim Marrs. Tað var Marrs, ið skrivaði bókina: »Crossfire: The Plot That Killed Kennedy«, og var grundarlagið undir filminum hjá Oliver Stone, »JFK«.
Ein annar av teimum, ið var tíðliga úti, var Mark Lane, ið við bókini, »Rush to Judgement«, fanst hvassliga at Warrenrapportini. Ein triði var Harold Weisberg, ið við bókunum, »Whitewash I-IV«, »Case Open« og »Never Again« fyri at nevna nakrar, somuleiðis fanst harðliga at arbeiðinum hjá Warren nevndini.
Í 1967 kom Josiah Thompson við einum øðrum klassikara, »Six Seconds in Dallas: A Study of the Kennedy Assassination«.
Og so finnast eisini meira óseriøsar bøkur, so sum »Mortal Error: The Shot That Killed JFK«, ið sigur, at eitt skot av óvart frá follow-up Secret Service bilinum var tað skotið, ið gjørdi av við forsetan.

Kemst á mál
Tað er einki at ivast í, at heimurin er komin nærri einari loysn av loyndarmálinum, hvør skjeyt Kennedy. Og nú vit runda 50 ára dagin fyri drápið mugu vit samstundis síggja í eyguni, at verður tað ikki skjótt, verður tað ongartíð.
Eitt boð kundi kanska verið útleggingin hjá Wim Dankbaar, sum saman við Jim Marrs hevur givið út »Files on JFK«.
Her verður pástaðið, at tað var James E. Files, ein tá 21 ára gamal CIA/Mafia afilliate, skal vera skjúttin á Grassy Knoll.
Sambært Files rakti eitt skot Kennedy aftanífrá bert splitsekund áðrenn hansara skot frá Grassy Knoll rakti høgru síðu á høvdinum á Kennedy. Hetta samsvarar væl við Zapruter filmin, ið vísir at Kennedy fyrst fer fram eftir, áðrenn hann verður sendur aftur eftir og til vinstru.
Alt skal kortini takast við fyrivarni, tí hetta er ikki fyrstu ferð, at onkur tekur heiðurin fyri at vera skjótarin á Grassy Knoll.
Vit kunnu tó við vissu siga, at talan var um eina samansvørjing, og at minst ein skjútti var á the Grassy Knoll. Hetta var niðurstøðan hjá House Select Committee on Assassinations, og seinni kanningar hava staðfest hetta.
Spurningurin er so, um tað nakrantíð kemst á mál í spurninginum um, hvør drap John Fitzgerald Kennedy. So hvørt sum loyndarstemplaðu skjølini í tjóðararkivunum verða leyslatin er møguleiki fyri, at tað slepst nærri sannleikanum, men tað verður trupult at taka málið upp í sínum fulla líki í einum viðfáningi, sum hesar síðurnar eru í stóru myndini.
Vit kunnu bara staðfesta, at hetta er fjórði amerikanski forsetin, ið fellur fyri drápsmannakúlum.



Myrdir amerikanskir forsetar:
Abraham Lincoln, skotin langafríggjadag, 14. apríl 1865, av John Wilkes Booth.
James Abram Garfield, skotin leygardag 2. july 1881 av Charles Julius Guiteau.
William McKinley, skotin fríggjadag 6. september 1901 av Leon Czolgosz.
John Fitzgerald Kennedy, skotin fríggjadag 22. november 1963 av ókendum gerningsmonnum.