Ljósmøðratænasta, kostráðgevi og rannsóknarstova, sum hava hildið til í niðaru hædd á Heilsumiðstøðini í Runavík, eru nú flutt í ovaru hædd á Mýravegi 2, sum er gamla politistøðin.
Tað merkir, at allar viðtalur við ljósmóðir, kostráðgeva og rannsóknarstovu frá í dag at rokna verða í erva á Mýravegi 2.
- Flytingin er neyðug, nú farið verður undir umbygging av niðaru hædd á Heilsumiðstøðini, sum framyvir skal hýsa tveimum kommunulæknaviðtalum.
Soleiðis siga tey í Runavíkar kommunu í dag.
Lagt verður aftrat, at økispsykiatriin, sum eisini heldur til í niðaru hædd í Heilsumiðstøðini, fer innan stutta tíð – og bara fyribils – at flyta inn í niðastu hædd á Heiðavegi 26, sum er gamla kommunuskrivstovan. Soleiðis verður, til varandi hølisloysn er funnin fyri økispsykiatriina.
Broyta/avlýsa viðtalutíð hjá ljósmóðir:
Um neyðugt er at broyta ella avlýsa viðtalutíð hjá ljósmóðir, ber til at ringja á tlf. 304625.
Telefontíð er frá klokkan 10.30 til 12.30.











