Guðrið Poulsen. At leita og finna

Gáva og tanki; tað er tað, sum er eyðkent í listini hjá Guðrið Poulsen

Nils Ohrt
Týðing Malan Johannesen
------

Hon er útbúgvið leirlistafólk, men hevur sum so mangir av hennara starvsfeløgum framt eitt cross over til skulpturin, tó trúføst mótvegis leirinum sum tilfar.
Sum leirlistafólk hevur Guðrið Poulsen brotið upp úr nýggjum í Føroyum, har brúkiligt leir ikki er at finna í náttúruni. Kanska er tað júst henda óvanliga bakgrund, sum er atvoldin til, at hon ikki hev­ur verið ”tyngd” av sterku figura­tivu siðvenjuni í før­oyskari mynd­høgglist. Hóast nakað kennist aftur, so er listabúnin hjá Guðrið Poul­s­­en abstraktur.
Guðrið Poulsen er út­búgv­ið leir­listafólk við tí yrkis­førleika, men eisini við teirri avmarking, henda sterka siðvenjan gevur. Leir­lista­yrkið hevur hon tikið til sín og kennir seg tøkniliga sum leirsmið. Hinvegin sleit hon seg skjótt frá brúks­list­ini og hevur í mong ár gjørt skulpturar úr leiri og stein­toyi.
Sum skulptørur hevur Guðrið Poulsen altíð arbeitt við abstraktum formum við yvirtónum av tí veru­leika, sum gav henni íblástur. Leingi vóru tað livandi, náttúru­skaptir formar, sum vóru kjarnin: tað kundi vera eitt fræ, ein reivvera, eitt lin­dýr. Í fyrst­ani vóru lutirnir stillir, seinni meira livandi sum myndir av sjálvum lívs­mátt­in­um.
Hesi seinastu árini er menn­iskjaheimurin komin inn í listina hjá Guðrið Poul­sen. Hetta er serliga hent við mongum byggilistaligum skulp­turum í skapi av dukku­húsum ella rimaskap í fleiri hæddum, bæði við rót í føroyska veruleikanum. Meðan tað fyrr var skelin uttaná, sum var áhugin hjá listafólkinum, gjørdist tað nú tað inni í, rúmið, sum kom framum. Listin hjá Guðr­ið gjørdist bókstaviliga meira innan­hokin.
Tey geometrisku rúm­skap­ini eru tó alt annað enn kaldlig rational­isma. Geo­metriin er har, men hon hevur ein livandi dám; hon er krókut og skeiv, merkt av bleytu og ójøvnu skorpuni á leirinum. ”Húsini” eru ikki bara sansalig, men bera eisini boð um, hvussu vit menniskju eru bundin at náttúruni og tíðini og við hesum okkara vøkstur, okk­ara lív, okkara niður­gangur og okkara deyði.
Rúmini hjá Guðrið Poulsen snúgva seg um okkara lívs­rúm. Vit menniskju eru sett á eitt pláss á foldum, og tað gera vit til okkara við at ferð­ast í tí og við at seta okk­ara dám á tað. Plássið verður til eitt lívsrúm, og til hetta hoyra serliga tey rúm, sum vit búgva í, arbeiða í og ferðast millum, ja, av og á sjálvi byggja.
Tað eru rúm, sum ikki bara hava hent endamál, men sum í seinasta enda gera okkum til menniskju. Ikki minst okkara bygdu rúm eru ”eghús”, tey rúma minni og dreym­ar, men eisini angist og miss; rúm­ini kunnu eisini vera torfør og av­bjóð­andi – eins og lívið sjálvt.
Tað er avgjørt tilveran, sum er innihaldð í listini hjá Guðrið Poulsen, frá ótilvitaða lívsmáttinum til menniskjans tilvitsku um lívið. Tí er tað eisini umráðandi fyri hana, at samskifta eitt slíkt innihald í virðing fyri tí listabúna, sum er hennara.
Her kemur støddin inn. Guðrið Poulsen hevur for­talt, hvussu stóra ávirkan tað hevði á hana at vitja Holo­caust Memorial í Berlin. Ein risastór villiniborg av hvass­liga skornum og jarn­grá­um kubbum, tú ikki fært skil á og lættliga kanst vill­ast í. Upplivingin av hesum minn­is­varða yvir 6 mio. deyð­um verður sostatt ein krops­lig og skakandi upp­living, sum ikki slepst av við.
Stødd ávirkar, og fram­sýningin hjá Guðrið Poulsen á Listasavninum er soleiðis eisini stýrd av tveimum stórum skapum úr viði, eitt opið rúm úr rimaverki og eitt afturlatið kronglut rúm, ið minnir um bað­stovu. Hesi bæði skapini eru so stór, at tað ber til at fara inn í tey og flyta seg í teimum.
Á henda hátt geva tey stóru “húsini” saman við einum stórum leirgólvi framm­an­fyri eina krops­liga upp­living av teimum rúmum, sum Guðrið Poulsen tey sein­astu árini hevur arbeitt við í sínum leirlistaligu skulp­turum. Vit skulu ikki bara kaga inn, men kunnu upp-liva rúmini á okkara egna kroppi.
Eitt høvuðsverk í listini hjá Guðrið Poulsen er prýðingin av plássinum Himmalspegilin við FIMI í Gundadali frá 2011. Hóast verkið ikki er við á framsýningini, sveimar tað kortini omanfyri sum ein einastandandi mynd av henn­ara listaligu evnum og tonkum um lívið
Plássið umfatar í høvuðs­heit­unum ein stóran sirk­ul við einari rúgvu av sirkul­brot­um innií. Við hesum knýt­ir tað sambandið mill­um menniskjans gongd her á foldum og gongdina hjá himmalkroppunum úti í al­heiminum. Bæði tykjast fløkja­lig, men har er eisini ein skip­an aftanfyri, grundað á sirkulin – tað gamla gud­dómliga symbolið.
Eisini á annan hátt vísir Himmal­spegilin til eina aðra dimensjón í listini hjá Guðrið Poulsen, nevniliga hennara evni til at endurnýggja seg, hennara áhaldandi leitan eftir einum skapi til at geva eina mynd til tilveruna.
Av røttum hevur stjórin á Dan­marks Keramikmuseum, Lise Seis­bøll sagt um Guðrið Poulsen:
”Guðrið Poulsen er Før­oya fremsta umboð fyri altjóða leirlist, sum í hes­um árum mennir seg so blóm­andi eftir ymiskum roynd­ar­virksemisleiðum. Sítt stóra tøkni­liga hegni sam­skipar lista­kvinnan við framúr­skar­andi kenslu fyri tí, at mynda nútíðar huglag menn­iskjans við livandi, rúm­kendum skap­um. Við hesum vísir Guðrið Poulsen uttan at himprast, hvussu skulpturella leir­list­in fullkomiliga er loyst úr teimum bondum, sum van­liga hevur bundið patta­makara­yrkið til framleiðsluna av brúks- og prýðislutum.”