Útróðrardagur í 1934 kundi verðið ein vanlukkudagur

Vit hava fyrr í ár havt 10 partar við frásøgn hjá Torleif Bech í Porkeri. Vit koma í heyst at hava fýra partar afturat. Fyrst greiðir Torleif frá útróðrardegi í desember 1934, sum kundi endað sum ein vanlukka, men sum kortini spældi væl av

Hesin útróðrardagur var mána­dagin 3. desember 1934. Alt bendi á, at hetta skuldi blíva ein góður útróðrardagur. Veðrið var av tí besta, streym­urin var góður, so tað fór hvør fjøl á flot sum flóta kundi. Tað vóru einir 15-17 bátar, fullmannaðir við úti við 100 monnum, sum fóru út tíðliga henda morgunin. Streymurin var soleiðis, at tað mátti farast tíðliga á morgni. Tá tað leið nakað út á dagin, vísti tað seg sum at ein kollur av mjørka setti niður á Lítlu Dímun. Hetta merkir, at vindur kann vænt­ast heilt skjótt. Tá tað leið út á dagin, bleiv eisini vindur av landnyrðingi, so tað forsló. Hann kom niður á sjógvin sum ein hvirla, og tað bleiv stormur beinanvegin og kavarok.
Summir av bátunum, sum vóru úti henda dagin, vóru inni á grunninum, meðan aðrir vóru uttarlaga vestanfyri, so tað var tungt hjá teimum at taka seg eystur yvir. Tá teir vóru vestanfyri Flesjarnar, sigldu teir seg gjarna eysturum, áðrenn teir løgdu norðuryvir.
Tað var so nógvur vindur, at tað vóru nógvir av bátunum, sum komu í trupulleikar. Teir fingu skvampar, og tað hevði við sær, at sving­hjólini fóru at oysa. Hetta hevði ta av­leiðing, at magnetið í bensinmotorinum gjørdist vátt, og tá steðgar motorurin. Tá mátti magnetið turkast fyri at fáa motorin í gongd aftur, men hetta var ikki lætt undir slíkum um­støðum hjá opnum bátum. Hetta var so ikki trupulleiki hjá deksbátunum. Opnu bátar­nir fingu so hjálp frá teimum, sum sleip­aðu teir til lands.
Ein av hesum deksbátum kom til lands við trimum opnum bátum uppá sleip. Uttan hjálp frá deksbátinum hevði illa staðið til hjá hes­um bátum. Soleiðis komu fleiri ein og ein til lands, sum tað leið út á kvøldið.
Opnu bátarnir høvdu einki ljós, summir høvdu ikki annað enn eina lummalykt, so tað bøtti ikki um støðuna. Vindurin var nógvur, og tað rak hart. Bátarnir blivu tískil seinir til lands. Tað kundi ikki siglast við vanligari ferð, og ofta mátti haldast av fyri skvampar og slekka av, tá ið sjógvurin var ringastur.
So tað var eitt Guds undur, at eingin bátur bleiv burtur. Hóast opnu bátarnir ikki kundu brúka motorarnar, vóru teir kortini væl út­gjørdir við árum, og menninir vóru so nógvir, at teir vóru førir fyri at halda bátin upp í vindin. Teir kundu á hendan hátt liggja trygg­ari til bjargingin kom.

Seinasta patrónin var bjargingin
Sum kvøldið leið, vóru næstan allir bátarnir komnir aftur í øllum góðum. Men seint á kvøldið, tá manglaði ein bátur. Tað var Dalfoss sum Gjørðamenn áttu.
Kristian Djurhuus var ein teirra, sum var við. Teir høvdu fingið maskinskaða, so tað sá ikki so gott út. Teir royndu at blussa, men teir vóru so eystarlaga, at hinir bátarnir sóu teir ikki. Teir sóu tann síðsta deksbátin fara norð­ur um. Teirra vón var burtur, tí alt sum teir høvdu havt at blussa við var brúkt, sum skjúrt­ur og tað, sum teir kundu vera fyriuttan av klæðum.
Teir høvdu eisini byrsu við í bátinum og høvdu nýtt øll tey skot, sum teir høvdu at gera vart við seg. So teir flutu har uttan vón um at koma burtur úr hesi støðu. Men so sigur Kristian Djurhuus: »Eg eigi eina patrón, eg havi goymt hana í vestalummanum«. Beint tá sóu teir hekkuljósið á tí síðsta deksbátinum, Jarn­bardi, sum var á veg til lands. So teir av­ráddu at skjóta hetta skotið, meðan teir enn sóu hekkuljósið á bátinum.
So heppið var tað, at ein maður á Jarnbardi var farin aftur um stýrhúsið at kasta sær av vatninum. Hann sær hetta skotið, sum gevur eina rípu av eldi frá sær. Tí sást eisini, úr hvørji ætt skotið kom. Teir vendu so aftur, og tá komu teir fram á Dalfoss, sum fleyt har hjálpar­leysur.
Tað var so heppið, at tað gjørdist ikki meira vindur, so teir komu til lands í øllum góðum.

Hvessingur
Hvessingur varð eisini sleipaður. Dánjal bóndi var formaður á tí bátinum. Hann sigur, tá ið teir sóu, hvussu veðrið háttaði sær, at teir máttu sleppa sær heim sum skjótast. Teir høvdu jú langan veg bara inn til Flesjarnar.
Tað var tað góða við at koma til Flesjarnar, at har vóru fleiri bátar, og um nakað hendi, var eisini lættari at fáa hjálp.
Tað vóru eisini bátar úr Vági í somu støðu. Eg minnist ein, sum kallaðist Palli hjá Marini, sum var slektaður úr Víkarbyrgi og sum búði úti á Marknoyri, kona hansara var úr Porkeri.
Hann hevði verið á borði hjá Hvessingi og biðið um bensin, sum hann var komin í uppi­setur við. Veðrið var so gott tá, so hann var farin so langt suður. Tað plagdi hann annars ikki at fara. Hann mátti eisini sleipast til lands av onkrum av hesum deksbátunum. Komin heim ringdi hann til Porkeris at vita, um Hvessingur var komin til lands. Palli segði, at »um Hvessingur verður burtur, so er tað mín skuld, tí eg fór við reservabensininum hjá teimum«.
Men soleiðis vóru hesir menninir, manglaði nakað so varð skift ímillum.

Tað koma ikki aðrir bátar!
Tann fyrsti báturin, sum kom at landi, varð róptur Selnes. Við har var ein gamal maður, Hans Jakku Bech, kallaður Hans í Skálanum. Hann átti eina dóttir, sum var gift oman á Klova við Mikkjal hjá Magnussi.
Øll fólk á landi vóru drigin inn í hetta, tí øll áttu onkran á sjónum henda dagin.
Dóttir Hans Jacob fór so eisini oman á bryggj­una, tá ið Selnes legði at. Hon spurdi so, um teir høvdu sæð Tjaldrið. Hetta var báturin, sum maður hennara var við. Teir vóru tríggir brøður, pápi og ein svágur við hes­um bátinum. So her man hava staðið nógv á eis­ini. Tjaldrið fekk navnið »Myllufossur«.
Pápin bað hana fara til hús aftur, tí tað kom eingin bátur inn aftaná teir. Hetta vóru ikki hugalig boð at fáa frá pápa sínum.
Pápi mín var eisini við einum báti saman við systkinabørnum, so øll vóru bangin. Inni hjá okkum høvdu vit dupultar hurðar í gong­ini, vit kallaðu tað úthurð og innhurð. Eg minn­ist Sunnuva í Eystrum. Hon var omma at trimum av teimum, sum vóru við Selnes, fyrsta bátinum, sum kom at landi. Mikkjal, maður hennara var eisini við. Hon var altíð so algoyst, tá ið tað var nakað. Hon kom inn til okkum og bresti hurðarnar upp at siga, hvussu vorðið var. Mamma fór út við henni oman til Geilar, og har komu allar hinar konur­nar eisini. Eg minnist, at ein hvirla kom og hon breyt vindeygað inni í stovuni. Hvirlurnar av landnyrðingi vóru so ógvusligar í Porkeri og hetta kundi bara undirstrikað fyri bygda­fólk­inum, hvussu álvarsom støðan var. So her var støðan ring við sorg og gráti.
Teir flestu bátarnir vóru 10 mannafør og við teimum vóru sjey menn. Hesir bátar vóru so lágir, men seinni varð eitt borð sett omaná teir. Undir krígnum fingu teir nógvan fisk. Og høvdu teir 40 sentnarar, 4.000 pund, vóru teir so tungir, at tað var ikki meira enn teir flutu. At seta eitt borð omaná hjálpti væl.
Soleiðis endaði hesin dagur í øllum góðum. Hetta var sjálvsagt ein sera stórur lætti hjá øllum, sum av ringum royndum óttaðust tað ringasta. Erling Poulsen hevur eisini greitt meira nágreiniliga frá hesum degi í bókini Bjargingarbrøgd 1.
Myndirnar til hesa grein eru úr hesi bók.
Føroyatíðindi, lokalblaðið í Suðuroy, um­talar eisini hendan útróðrardagin í blaðnum 8. desember 1934. Her verður sagt, at illa hevði verið vorðið, um ikki teir stóru motorbátarnir høvdu verið nærindis. Her verður eisini sagt, at eitt fýra­mannafar úr Vági setti upp í Sumba.
Blaðið spyr eisini, um tað ikki hevði verið uppá sítt pláss at fara at hugsa um at fáa í lag eitt tryggingarfelag, fyri »installeringar«, opnar bátar. Blaðið metir, at tað eru einir 1.000 slíkir bátar.
Nógv óhapp eru eisini hend við opnum bátum. Í sama blaði verður eisini nevnt eitt dømi um ein bát úr Hovi. Sum teir eru á veg til lands hoyra teir eitt brak og síggja, at onnur síðan á bátinum er skrædnað aftur móti motor­inum, og sjógvurin fossar inn. Her kundi endað galið um ikki ein annar bátur – H.J. Poulsen í Øravíkarlíð – var nærindis og fekk bjargað monnunum. Tað eru nógv dømi um, at tað ikki gekk so væl.
Árið 1934 gjørdist annars eitt óeydnisár hjá føroyskum fiskimonnum. Sluppirnar Neptun úr Vestmanna og Nólsoy úr Havn hvurvu við 43 monnum.

- - -

Bragdið hjá Mikkjal á Høvda

Tað hevur ofta staðið á við opnum bátum. Sum dømi um hetta kann endurgevast henda grein, sum stóð í Dimmalætting í 1941, undirskrivað ein vinmaður

Tann 29 november fylti Mikkel Poulsen, Porkeri, 80 ár. Mikkjal á Høvda, sum hann vanliga verður nevndur (eftir búpláss­inum), hevur allar tíðir verið av raskastu monn­um, ja ein hendingaseggur, bæði á sjógvi og landi.
Bátamaður var Mikkjal av teimum bestu, hann var t.d. í Íslandi í fleiri ár og róði út og var millum teir raskastu. Hann byrjaði sum heilt ungur at rógva út. Tað er um eitt bjargingarbragd Mikkjals eg vildi sagt frá:
Tað var ein morgin í 1880-unum. Veðrið var av tí allarbesta og bátar fóru til útróðrar. Olaus Poulsen, fyrrverandi skipari á Smirli, bróður Mikkjals, var henda morgun­in farin sjálvur triði til útróðrar. Best sum teir sita úti á Porkerisnesi brenn­ur hann á við stormi av útnyrðingi. Har var einki meira at gera enn at draga inn og fara til árar. Vindurin vaks meira og meir, men tað kvinkaði tó fram. Meðan teir soleiðis slitu fyri lívinum, bróta teir eina ár og ikki vóru meira enn fýra árar tilsamans, tá vóru teir nær landinum. Nú var einki at gera. Við trimum árum var ikki hugs­andi at rógva, og drivu teir tí niður móti Porkeris­boðunum, og eingin ivaðist um endan.
Meðan hetta gongur fyri seg kemur ein tríbekkur rógvandi framvið (í somu tíð var øll Porkeris bygd komin at hyggja at hesum sorgarleiki, og tá teir sóu, hvussu standurin var, róðu teir tí upp undir land, hvar Mikkjal og ein annar maður vóru línaðir niður til teirra, og lupu teir inn í tríbekkin. So bleiv lagt frá aftur út móti teimum neyðstaddu. Í meðan royndu teir at halda bátinum upp ímóti, men ikki hjálpti, teir vóru útlúgvaðir, og komu teir sostatt nærri og nærri boðanum, og sá tað vón­leyst út, at teir kundi bjargast.
Men tá gjørdi Mikkjal tað bragd, sum seint vil vera gloymt, tríbekkurin kemur nú móti teimum, og leypur Mikkjal til alt í einum, og tað eydnast. Hann kemur í bátin til bróðurin og hinar, sum ikki vistu hvat tað var. Komin í bátin roynir Mikkjal at fáa vent bátinum inn frá boðanum, sum eydnaðist í síðstu stund. Róð bleiv síðani móti landi, hvar menn stóðu klárir at taka móti bátinum, lagt varð so at landi, og tað eydnaðist at bjarga øllum úr tí stóra vanda, teir høvdu verið í. Meðan bjargingin stóð uppá, merkti Mikkjal seg mest burtur úr við sínum dirvi og treystleika, sum varð haft á orði langt aftaná henda tilburð. Mikkjal hevði sum omanfyri sagt, sett lívið í vanda fyri at bjarga bróðurinum og hinum báðum monnunum.
Tað var í sama ódnarveðrinum, at Johan á Sondum lá úti alla náttina undir Nýpuni.
Tey seinastu árini hevur Mikkjal verið heilsuveikur, sum ikki er at undrast yvir aftaná ein langan og strævnan arbeiðsdag, sum nú er farin aftur um bak. Hann lá fyri nøkrum árum síðani at doyggja, men hann kom fyri seg aftur, tó hann er ússaligur.
Mikkjal á Høvdanum er fryntligur at koma á tal við. Hann er í orðsins týdningi eitt gott og vinsælt menniskja, sum øll bert vita gott um at siga.
Á 80 ára degnum minnast vinir og kenn­ingar tygum og ynskja tygum enn mong góð ellisár.