Stórur hugnadagur í Nólsoy

Leygardagin ætla nólsoyingar rættiliga at hugna sær viðå jólatiltaki seinnapart í skúlanum og jólaborðhaldi um kvøldið í Royndarhúsinum

Nú fer jólamánaðurin at nærkast so spakuliga, og tað merkir jólahugni.
Jólatrøini verða so smátt um smátt tendrað og jólaborðhaldini fara so líðandi at byrja.
Í Nólsoy hava tey valt at sláa sum mest saman av jólahugnanum, tí leygardagin leggja tey til brots við bæði jólahugna og jólaborðhaldi.
Byrjað verður í skúlanum klokkan 15 við jólahugnað, ið Heimavirkisfelagið og Nólsoyar Manskór skipa fyri.
Stillaðir verða upp sølubásar við heimavirkaðum vørum av ymiskum slagi, ið limirnir í heimavirkinum hava virkað síðani summarsølan endaði.
Nólsoyar Manskór skipar fyri tombola við góðum lutum og lutaseðlasølu, ið er til frama fyri Íslandsferð, sum kórið ætlar at skipa fyri komandi ár.
Endalig skrá er ikki løgd fyri ferðina, men farið verður úr Føroyum við Norrönu til Seyðisfjarðar 2. juli, og kórið verður aftur í Føroyum 10. juli.
Ætlanin er fyrst og fremst, at manskórið skal framføra nakrar sangir á vegnum runt Ísland, og so hevur verið tosað um møguleikan fyri føroyskum dansi eisini. Enn ein møguleiki er fyri, at skipað verður fyri einum blandaðum kóri, men endalig støða er ikki tikin um nakað slíkt enn.

Stór luttøka
Einki jólatiltak uttan rís a'lamande, og tað verður eisini at fáa á jólatiltakinum í skúlanum.
Og so verður eisini møguleiki at hoyra Nólsoyar Manskór syngja nakrar jólasangir.
Tiltakið hjá Nólsoyar Heimavirkisfelag byrjar sum nevnt klokkan 15, og varðir fram til klokkan 19.
Nakað seinni, klokkan 20, byrjar so jólaborðhald í Royndarhúsinum í Nólsoy, har fleiri enn 80 nólsoyingar fara at hugna sær.
Tað hevur verið langt millum snapsirnar við tiltøkum í Royndarhúsinum seinastu tíðina, men nú hevur nevndin skipað fyri einri nátaveitslu í vetur og so nú aftur jólaborðhaldi.
Tað verður sum vanligt við góðum jólamati, ið Liljan Hildibjartsdóttir fer at standa fyri, umframt skemt frá Snæbjørn Hansen.
Tá so øll eru mett og væl sett verður dansur út á náttina, har Ólavur av Váli og John Johannesen spæla undir.
Líkt er sum nevnt til, at nólsoyingar aftur hava hug at hugna sær saman, tí tá nátaveitsla var seint í september, var luttøkan eisini stór, upp móti 90 fólkum. Og tað má sigast at vera væl, tá hugsað verður um, at fólkatalið í bygdini ber liggur gott og væl oman fyri 200.