Klaksvík stríðist við skuld

Yvirtøkan av ítróttarhøllunum í býnum tyngir fíggjarætlanina hjá Klaksvíkar kommunu. Kortini kann kommunan bjóða sínum borgarum lægri skattaprosent og hægri barnafrádrátt næsta ár

Yvirtøkan av ítróttarhøllunum í býnum tyngir fíggjarætlanina hjá Klaksvíkar kommunu. Kortini kann kommunan bjóða sínum borgarum lægri skattaprosent og hægri barnafrádrátt næsta ár

 

Undir yvirskriftini ”Klaksvíkar Kommuna á vakstrarkós” boðar kommunan frá vøkstri og fleiri tilboðum til sínar borgarar.

 

Eitt nú lækka ansingargjøldini á dagstovnunum 25 prosent, barnafrádrátturin hækkar úr 4000 krónum upp í 4500 krónur og so fáa borgararnir eina nýggja, kommunala bussleið.

 

Somuleiðis verður tað bíligari at vera borgari í Klaksvík næsta ár. Kommunuskattaprosentið lækkar  úr 21,75 prosentum niður í 21,50 prosent næsta ár.

 

Kommunan roknar við at fáa 163,5 milliónir krónur í inntøku næsta ár. Næsta ár fer at kosta góðar 106 milliónir krónur at reka Klaksvíkar Kommunu, og harumframt skal kommunan gera íløgur fyri 36,7 milliónir krónur.

 

Men skuldin hjá Klaksvíkar Kommunu er framvegis høg. Við árslok í ár er skuldin hjá kommununi 155,5 milliónir krónur. Tað er meira enn fyri tveimum árum síðani, hóast kommunan hevur goldið skuld øll árini síðani.

 

Orsøkin til gongdina er at finna í ítróttarhøllunum í býnum, sum kommunan noyddist at yvirtaka. Sambært roknskapinum hjá kommununi tyngir yvirtøkan av høllunum kommunukassan við 14,8 milliónum krónum. Ein upphædd, sum kemur oman á skuldina.

 

Næsta ár ætlar Klaksvíkar Kommuna at gjalda 7,5 milliónir krónur í avdráttum. Heldur tann ætlanin, so verður kommunuskuldin 148 milliónir krónur við árslok 2014.

 

Fíggjarætlanin hjá Klaksvíkar Kommunu varð samtykt á býráðsfundi í gjárkvøldi.