Í 1959 varð Sofus Bech, systkinabarnið, biðin um at føra Norðfarið úr Vági til ísfisk. Norðfarið var tá í tíðini roknað fyri at vera eitt væla skip. Tað var ein skonnart við tveimum mastrum. Hon bleiv nakað eftir kríggið umbygd til trol, tá bleiv tann eina masturin tikin úr skipinum.
Vit fiskaðu undir Føroyum, og fiskiskapurin var ójavnur frá túr til túr. Vit sigldu niður við fiskinum. Gjarna var tað til Aberdeen, men onkran túr vóru vit í Grimsby.
Tá ið ísfiskurin var liðugur, varð farið til Grønlands. Eg haldi, at vit fóru avstað 3. mai. Eg minnist tað av tí, at tá var lembingin byrjað. Hetta var krosmessudagur, og tað var kavi nokk so langt oman í hagan. Eg hevði eina ær, sum var væntað at lemba tann dagin. Eg fór so niðan at vita, um eg sá hana. Tá sá eg hana koma við lambi.
Tað var altíð nóg mikið at gera, eisini tá ein var í landi. Eg var seyðamaður, og kundi eisini í lembingartíð hava til uppgávu at skaffa lamb til eina ær, har lambið var deytt.
Vit komu so til Grønlands, og vit fiskaðu fyrst við línu og fingu væl av fiski. Vit kundu fáa uppí 30 skippund um dagin, og tað var heilt gott. Ein dagin vit vóru á Dana Bank, tá kom ísur á okkum. Tað var væl av fiski á línuni. Ísur kom skjótt, og vit royndu at draga tað, sum vit vóru mentir. Manningin var býtt í trý tørn, sum skiftust um arbeiðið, og eg var á dekkinum tann dagin. Hann ið dró frá spælinum var ógvuliga raskur, og eg stóð sjálvur við rulluna. Vit drógu alt, vit kundu. Men tá ið vit komu fram at ísinum, máttu vit bara sleppa, so vit mistu nakað av línu.
Vit fingu vist eini 5-600 skippund við línuni. Nakað út í juni løgdu vit um til snellu. Tá var snellan komin við oljutrýsti, og vit fingu nógv við snelluni eisini. Eg minnist serliga tveir dagar, tá fingu vit 35 skippund fyrra dagin og 25 skippund dagin eftir.
Doriir í vanda
Vit royndu i Dýpinum, sum tað var kallað, og har sóu vit nógvar portugisiskar doriir. Tær hoyrdu til stór móðurskip, sum høvdu ein hóp, 70-80, av hesum smáu róðrarbátunum við einum manni í hvørjum, sum róðu út frá skipinum.
So var tað ein dag, har gott veður var um morgunin, at hesar doriir vóru farnar í allar ættir. Tá brann á við stormi vestaneftir. Tað vóru ikki allar doriir, sum kláraði so væl at koma aftur at borði. Summar vóru niðanfyri skipið, og kundu ikki rógva skipið upp aftur móti vindinum. Eg minnist, at Westward Ho, sum tá framvegis var til fiskiskap, tók fleiri doriir upp. Herman Petersen í Skálavík var skipari.
Teir vóru so inni í Holsteinsborg við hesum monnum. Tað kundi lættliga verið galið, um føroyingar ikki høvdu tikið hesar menn upp. Men mangan mundi standa á hjá portugisarum, so illa sum teir vóru útgjørdir.
Vit vóru heima aftur tann túrin 8. august. Norðfarið tók vanliga 900 skippund, úti ímóti tí, sum teir nýggju línubátarnir tá tóku.
Tað bar eisini til at
fáa ov nógva sild
Vit komu so heim, fiskurin varð landaður í Vági. Tá var liðið so langt út, at vit fóru á sild við gørnum beinanvegin. Tað gekk væl á sildini, vit fingu 2200 tunnur tilsamans.
Eg minnist eitt kvøldið, tá ið vit settu. Sum tað var vanligt, tosaðu skipini saman. St. Jacques og Vørðan, sum eisini vóru úr Vági, vóru ikki langt frá okkum. Vit sóu tey bæði skipini. Teir høvdu fingið ein heilt góðan dag og settu so aftur um kvøldið.
Tá ið teir á St Jaques høvdu sett nøkur gørn, síggja teir, at tey fyrstu gørnini byrja at søkka. Hetta merkti, at tað var komin ov nógv sild í gørnini. Tá kundi vera ringt at fáa tey aftur.
Nú siga teir á Vørðuni frá, at nú byrja gørnini hjá teimum eisini at søkka. Eg haldi, at teir mistu nokk so nógv av reiðskapi.
Vit vóru byrjaðir at seta, eg haldi, at vit høvdu sett 10 gørn. Tá ið vit hoyrdu um hesa støðuna hjá hinum skipunum, drógu vit inn aftur beinanvegin. Tá var longu eftir eini løtu ein tunna uppá garnið ella 10 tunnur tilsamans. Hetta var í sær sjálvum roknað fyri gott fiskarí, sjálvt tá ið gørnini høvdu staðið eina heila nátt.
Vit sluppu so undan at koma í hesa støðuna, takkað av, at teir søgdu frá. Tað var eisini ofta, at lítið var at fáa. Tá kundi vera fitt í gørnunum av einum lítlum fiski, sum varð kallaður sildaforskrekkjari, tí hildið var, at hann stygdi sildina. Hesin fiskur var tískil bara til fortreð. Hetta var svartkjaftur, sum seinni fekk og framvegis hevur stóran týdning fyri okkara fiskivinnu.
Soleiðis gekk hetta árið, og eg haldi, at eg forvann kr. 10.000 í 1959. Tað var bara gott, sum tíðirnar vóru tá.
Við Vágbingi
Nú var tað, at gongd kom í endurnýggingina av skipaflotanum við góðum stuðli frá almennu myndugleikunum.
Eitt stig var byggingin av trimum trolarum í Portugal, seinni kendir sum portugalstrolararnir.
Tað var komin gongd á bygging av stállínuskipum tá. Men landsstýrið vildi eisini seta gongd á endurnýgging av trolaraflotanum.
Tað var í 1957, at Hákun Djurhuus, landsstýrismaður, legði fyri løgtingið uppskot um at landið lat hesar trolarar byggja. So nógv er politikkur broyttur, at slíkt hevði ikki kunnað komið fyri í dag.
Hildið var, at talan var um eina bíliga íløgu. Hesir trolarir skuldu kosta knappar 3 milliónir hvør. Men sum ikki eina ferð, so helt henda kostnaðarmeting ikki. Tá ið avtornaði kostaðu portugalstrolararnir góðar seks milliónir hvør, lutvíst vegna broytingar, sum størri maskinu, undir byggingini.
Trolararnir vórðu so yvirtiknir av lokalum kreftum. Tann fyrsti var Leivur Øssurson, sum fór á Tvøroyri. Tann næsti var Ólavur Halgi, sum fór til Fuglafjarðar og so var tað Vágbingur, sum fór til Vágs. Her gjørdist Johan Dahl stórur partaeigari og reiðari. Hann var jú stjóri á eini teirri stóru fyritøkuni, sum var í Føroyum tá, og eg kann bara bera honum, at hann var ein góður reiðari.
Eg setti saman við mongum øðrum partapening í Vágbingin. Hetta var ofta gjørt tá í tíðini fyri at fáa kjans.
Vágbingur, TG 66, var bygdur hjá Estalicros Navais de Viano do Castella í Portugal. Hann var merktur 791 brutto tons og 363 netto. Motorurin, ein 1470 hk, var frá Machinefabrik Augsburg Nurnberg. p/f Rútafelli keypti trolaran. Í fyrstu nevndini vóru Johan Dahl, Hans J. Hjelm, Ove Leo, Andr. Djurhuus og Hans Leo.
Stovnarar av Rútafelli vóru A/S J. Dahl, arbeiðsmannafelagið Framtíðin og Fa. Laura Nolsøe. Í mars 1974 varð Vágbingur seldur til p/f Rávan í Vági.
Eg var við Vágbingi í 6-7 ár. Tá varð stórt sæð siglt hvønn túr, sum tað var møguligt. Inntøkan var ikki størri enn, at tað bar illa til at lata nakran túr fara burtur ímillum.
Fyrsti skiparin á Vágbingi var tann royndi trolaraskiparin Hans Pauli Johannesen.
Jólagás undir Mykinesi
Vit vóru til ísfisk tann fyrsta veturin. Hann kom á Vág tann 21. desember 1959. Vit fóru av Vági longu dagin eftir til Havnar, har okkurt var at rigga til. Síðani varð farið til Klaksvíkar eftir ísi.
Vit koma so suður til Havnar. Tað bleiv illveður av landnyrðingi, og tað var brim í Havn.
Vit høvdu nýggjar góðar endar, sum fylgdu við skipinum úr Portugal, at binda skipið. Teir mundu vera um 35 mm til tjúktar. Vit bundu skipið undir havnarskrivstovuni, men vindurin var so nógvur, at endarnir slitnaðu, so nógvur rennisjógvur var.
Hans Pauli ætlaði ikki at fara fyrr enn jólaaftan, og vit skuldu eta jólagás við kei í Havn. Men líkindini vóru so vánalig, at tað vóru óráð at vera liggjandi á Havnini, so vit fóru avstað dagin fyri jólaaftan.
So tað bleiv undir Mykinesi, at vit lógu jólaaftan og ótu jólagás. Hetta var mikið hugnaligt. Hildin varð eisini andakt, tað bleiv sungið, og onkur hevði ein vitnisburð. Tá ið hetta var av, fóru vit til Íslands. Vit fóru upp eystanfyri norðureftir og vit kastaðu á Kappagrunninum. Vit fingu nokk so nógv av hýsu við toski uppi í. Men Hans Pauli var ikki so glaður fyri at fáa so nógva hýsu fyrst á túrinum, tí hon helt sær verri enn toskur.
Túrurin gekk kortini sína gongd við hampiligum fiskiskapi. Men túrurin bleiv í longra lagi, tí tað komu sjaskdagar uppí millum. Tað bleiv fiskað í stórt sæð øllum veðri, men tað kom tó minni burturúr, tá ið tað var sjask.
So varð tosað um at fara til marknað. Um somu tíð var Kaj, beiggi Hans Paula, skipari á Skálaberg. Teir vóru eystari á við Langanes, á Hellubakkanum.
Vit fóru so at sigla og Hans Pauli stúrdi fyri, at Skálaberg fór at sigla samstundis sum vit. Í so fall komu teir fyrr til marknaðin og høvdu betri møguleikar at fáa góðan prís.
Um veðrið var gott, sigldi Skálaberg skjótari enn Vágbingur, men var veðrið ringt, lá betri fyri hjá Vágbingi at koma skjótari fram. Hann trekti betur, um vindurin var ímóti.
Men Skálaberg fór ikki at sigla fyrr enn tveir dagar seinni. Vágbingur fór so á Vág og setti helvtina av fólkinum av, meðan hinir fóru niður við. Teir, sum fóru í land, vórðu so tiknir umborð aftur, tá ið komið varð úr Grimsby.
Vit høvdu 2100 kitt, góð 120 tons. Hetta var ein hampiligur túrur til rúgvu, um tað ikki var nakar roktúrur.
Men vit seldu fyri 10.500 pund, so tað var ein hampiligur túrur. Tá í tíðini var pundið vert um 19 kr, ella meira enn tað dupulta av virðinum í dag. Ein slíkur túrur gav um 1.200 krónur í manningarpart. Hetta var ikki heilt galið.
Vit fóru so avstað aftur og fingu 2.600 kitt og seldu fyri 13.000 pund. Hetta var ein góður túrur, tí hann var eisini nokk so skjótur. Tann túrin fingu vit kr. 2.000 í part og var tað heilt gott.
Vansin við motorum
Tá ið vit fiskaðu á djúpum vatni, fingu vit altíð eins nógv og aðrir trolarar, men á grunna vatninum í Grønlandi fingu vit munandi minni. Orsøkin var tann, at vit høvdu dieselmotor, meðan hinir trolararnir høvdu dampmaskinu. Hetta við dieselmotorum var ein nýhugsan við portugalstrolarunum. Teir, sum stóðu fyri henni, hava vist ikki hugsað um, at við motorum larmaði skrúvan meira enn við dampmaskinum, og hetta stygdi fiskin.
Tað varð nógv gjørt fyri at kanna hetta, tá ið trolararnir vóru á beding, m.a. við at taka aksilin úr, men hetta óljóðið fekst ikki burtur.
Tað var so stórur munur, at eg minnist eina ferð, at Skálaberg sigldi heim tríggjar ferðir, meðan vit gjørdu ein túr. Ùrtøkan var sjálvsagt har eftir. Royndin var fyri ein stóran part á Fiskanesbankanum og Fylla Bank, og har var so grunt. So tað var ikki lætt at hava við at gera. Men í New Foundlandi var djúpari, og tá fingu vit tað sama sum hinir.
Hekkutrolarar, sum komu seinni, høvdu allir motor og høvdu ikki í sama mun henda trupulleikan. Men teir komu mest at fiska á djúpum vatni.
Sum við øðrum, so vóru føroyingar eisini seinir á sjóvarfallinum á hesum økinum. Tá vóru týskarar byrjaðir við hekkutrolarum, meðan vit framvegis bygdu síðutrolarar, sum tá var við at vera ein farin tíð. Tað var ikki fyrr enn í 1966, at vit fingu fyrsta hekkutrolaran, og nøkur ár seinni fóru vit at byggja hekkutrolarar.
Portugalstrolararnir høvdu so góðan skrokk og vóru sterkir og sjógóðir, at teir høvdu egnað seg væl at bygt um til hekkutrolarar, men tað skuldu pengar til.
Galið við spølunum
Tað tarnaði okkum eisini, at nærum hvønn túr vit vóru heima, máttu spølini yvirhálast.
Portugalstrolararnir høvdu elektrisk spøl, sum eisini var ein nýhugsan, meðan hinir trolararnir høvdu dampspøl, sum riggaðu á ein heilt annan hátt. Hesi elektrisku spøl vóru ein óumhugsað roynd, sum kom at tarna hesum trolarum alla teirra tíð. Hetta kom at kosta bæði í tíð og umvælingum.