ávarar irakar ímóti at viðurkenna teir leiðararnar, sum amerikanararnir ætla at seta til at stýra Irak. Týsdagin prentaði tað sama blaðið eina yvirlýsing frá einum higartil ókendum felagsskapi, sum vildi
Bretski forsætisráðharrin, Tony Blair, sigur, at ST skal hava politiska ávirkan á tað, sum skal henda í Irak eftir kríggið og ikki einans hjálpararbeiðið, sum amerikanarar siga. Í samrøðu við Finansial Times [...] sigur Blair, at tað hevði gagnað øllum pørtum best, fekk ST eisini politiska ávirkan á framtíðina hjá Irak. Hann sigur, at hvørki Bretland ella USA kunnu hava áhuga í at skipa eina irakska stjórn, sum altjóða
endaliga avgerðin um álopið á Irak varð tikin, var bretska fólkið algoyst, og meiningakanningar vístu, at meir enn helmingurin av fólkunum vóru ímóti einum ikki ST-stuðlaðum álopi á Irak. Mótmælisgongur vóru í [...] millum fólk er broyttur nú síðan kríggið er vorðið ein veruleiki. BBC hevur hópin av tíðindafólki í Irak og til ber at fylgja nágreinliga við, hvat ið gongur fyri seg í bardaganum. Tíðindafrásøgnir eru døgnið [...] kríggið fór at vara ov leingi, so fór herurin óivað at innkalla allar hennara ommusynir. Ein var longu í Irak. Ein floksfelagi hjá mær á universitetinum í Bournemouth, 24 ára gamli Richard, skelvur hvørja ferð
áðrenn USA fer at taka sínar hermenn úr Irak. Tað sigur George W. Bush, forseti. Hann sigur, at amerikanararnir eru lidnir við kríggið í Afghanistan, men at kríggið í Irak er ikki liðugt enn. Hann heldur, at [...] annað skulu hermenninir leita eftir hópoyðingarvápnum, tí forsetin sigur seg vera sannførdan um, at Irak hevði tílík vápn, sjálvt um amerikanskir talsmenn hava roynt at benda tosinum frá hópoyðingarvápnunum
Meðan amerikansk og bretsk flogfør bumbaðu Irak, sótu umboð fyri 53 lond í einum fundarhøli í Geneve og umrøddu altjóða mannarættindi. Bumburnar fingu kortini ikki fundarfólkið at seta viðurskiftini hjá [...] hjá irakska sivilfólkinum á dagsskránna. Tað er tí ikki Irak, sum stendur eftir sum tað, ið hendi á fundinum hesaferð. Heldur er tað ein jánkaslig samtykt um mannarættindini á Kuba. Costa Rica legði fram [...] sleppa sær av við nakrar av sínum argastu mótstøðumonnum, nú heimsins eygu vóru vend ímóti krígnum í Irak. Onnur halda, at Fidel Castro stúrir fyri einari meiri harðrendari amerikanskari kós mótvegis Kuba
øllum teimum amerikansku hermonnunum, sum koma aftur úr Irak. Tað eru ikki bert hermenn, sum royna at leggja inn undir seg aftan á kríggið í Irak. Umframt teknikaran hjá Fox hava amerikansku tollararnir [...] tá teir komu fram á heilar tólv málningar umframt fleiri aðrar virðismiklar lutir, sum stavaðu úr Irak, og sum ein av teknikarunum hjá sjónvarpsstøðini Fox hevði tikið heimaftur við sær. Amerikansku t [...] Eisini er ein amerikanskur hermaður lagdur undir at hava smuglað fleiri gyltar Kalashnikov-byrsur úr Irak. Byrsurnar vórðu funnar í Heathrow-floghavnini í London, og á pappírunum stóð, at tær skuldu til eina
Amerikansku hóttanirnar um at revsa Frakland fyri mótstøðu tess ímóti krígnum í Irak eru nú farnar at gera vart við seg, og altsamt fleiri franskar fyritøkur kæra seg um, at tær kenna avleiðingarnar. Eisini [...] hevur Frakland rættiliga óvæntað tikið undir við amerikanska uppskotinum um at seta ST-tiltøkini ímóti Irak úr gildi.
spurningin, hvussu USA skal fara fram yvir fyri shiamuslimunum í Irak. Amerikanskir tænastumenn hava fyrr sagt, at teir, sum løgdu kríggið í Irak til rættis, góvu tí átrúnaðarliga og politiska stríðsviljanum [...] skuldi ella kundi henda í Irak aftan á kríggið. Tað ráddi bert um at koyra Saddam Hussein frá, sigur embætismaðurin. Sambært Washington Post ávaraðu einstakir fregnartænastumenn og Irak-serrøðingar verjumálaráðið [...] amerikansku hermonnunum við opnum ørmum, men nú vísir tað seg, at teir vilja hava amerikanararnar úr Irak sum skjótast, skrivar Washington Post. Sambært blaðnum var ein fundur í verjumálaráðnum mánadagin
eitt av hesum tiltøkunum bannaði einstaklingum og fyritøkum at nýta amerikanskar pengar til íløgur í Irak. Men serfrøðingar siga, at í hesum málinum eru fleiri møguleikar. Tað kann hugsast, at pengarnir eru
varð, at kubansku myndugleikarnir høvdu gjørt sær dælt av, at heimsins eygu hava verið vend ímóti Irak, og at myndugleikarnir høvdu nýtt hetta høvið til at revsa sínar mótstøðumenn.