Dollarar ein gáta

Amerikanskir hermenn hava funnið meiri enn 700 milliónir dollarar í reiðum peningi í einum húsum í Bagdad. Pengaseðlarnir eru nýggir, og nú undrast amerikanarar á, hvussu teir eru komnir til irakska høvuðsstaðin, og hvaðani teir komu.

Seinastu 12 árini hava irakar livað undir strongum tiltøkum, og eitt av hesum tiltøkunum bannaði einstaklingum og fyritøkum at nýta amerikanskar pengar til íløgur í Irak. Men serfrøðingar siga, at í hesum málinum eru fleiri møguleikar. Tað kann hugsast, at pengarnir eru smuglaðir inn í landið sum gjald fyri olju, ella at teir eru gjald í sambandi við ein ella annan ólógligan handil.

Ein annar møguleiki er, at pengaseðlarnir eru falskir. Amerikanska herleiðslan segði í gjár, at tað verður kannað.