Tað størsta kvettið gjørdu tollararnir í Dulles-floghavnini í Washington, tá teir komu fram á heilar tólv málningar umframt fleiri aðrar virðismiklar lutir, sum stavaðu úr Irak, og sum ein av teknikarunum hjá sjónvarpsstøðini Fox hevði tikið heimaftur við sær.
Amerikansku tollararnir siga, at málningarnir hingu í einari av borgunum hjá Saddam Hussein, og teknikarin er nú skuldsettur fyri smugling og fyri at hava logið fyri myndugleikunum. Harafturat er vandi fyri, at hann missir arbeiðið.
Samstundis hava amerikansku hernaðarmyndugleikarnir illgruna um, at fýra amerikanskir hermenn hava stolið fleiri hundraðtúsund dollarar í Bagdad. Sambært sjónvarpinum CNN funnu hermenninir pengarnar undir einari húsarannsókn heima á nøkrum av medarbeiðarunum hjá Saddam Hussein.
Eisini er ein amerikanskur hermaður lagdur undir at hava smuglað fleiri gyltar Kalashnikov-byrsur úr Irak. Byrsurnar vórðu funnar í Heathrow-floghavnini í London, og á pappírunum stóð, at tær skuldu til eina herstøð í amerikanska statinum Georgia. Amerikansku myndugleikarnir halda, at ein av teirra hermonnum hevur verið uppi í málinum, og tað verður nú kannað.
Samstundis hava hernaðarmyndugleikarnir boðað frá, at teir umhugsa at biðja ta serligu hernaðarløgregluna kanna viðførið hjá øllum teimum amerikansku hermonnunum, sum koma aftur úr Irak.
Tað eru ikki bert hermenn, sum royna at leggja inn undir seg aftan á kríggið í Irak. Umframt teknikaran hjá Fox hava amerikansku tollararnir skuldsett fimm tíðindafólk fyri at hava roynt at smuglað virðislutir úr Irak til USA. Millum annað hevði ein tíðindamaður hjá blaðnum Boston Herald ein irakskan málning í viðførinum, tá hann kom heimaftur.
Amerikansku myndugleikarnir leggja dent á, at eingin av teimum stolnu lutunum stavar frá tí stóra fornminnissavninum í Bagdad, sum varð illa herjað av ránsmonnum.